Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Vøksturin í lønargjaldingunum í fjør er nakað størri enn í 2021. Vøksturin í 2022 var 4,9% í mun til árið fyri. Í 2021 var vøksturin 3,7% samanborið við 2020.

Um hugt verður eftir einstøku mánaðunum í fjør skilir desember skilur seg burturúr. Tá var góð milliard útgoldin í lønum og tað er met fyri einstakan mánað.

Menninir eiga góð 60%
Tað eru ikki stórar broytingar í býtinum av lønarútgjøldunum til kynini. Í 2022 var parturin hjá monnunum 61,3% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 38,7%. Tað er sama býti sum í 2021.

Vøksturin er 4,9% hjá báðum kynum í 2022 borið saman við árið fyri. 

Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur størri part
Fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnur áttu størri part av samlaðu lønunum í 2022 í mun til árið fyri. Parturin vaks úr 18,5% í 2021 upp í 19,7% í 2022.

Løntakarar innan almennar og aðrar tænastur áttu 34,2% av samlaðu lønunum í 2022 í mun til 34,4% árið fyri. Parturin hjá privatu tænastuvinnunum av lønargjaldingunum minkaði úr 31,4% í 2021 niður í 31,1% í 2022. Parturin hjá byggivinnu o.a. tilvirking minkaði úr 15,6% niður í 15,0%. 

Lønargjaldingarnar vuksu mest, bæði lutsfalsliga og í krónum, innan fiskivinnu og aðrar tilfeingisvinnur. Vøksturin var 11,6% í 2022 samanborið við árið fyri. Tað svarar til slakar 230 milliónir.

Innan almennar og aðrar tænastur var vøksturin 4,2%, í privatu tænastuvinnunum vuksu lønargjaldingarnar 3,7% og innan byggivinnu og aðra tilvirking 1,0%.

Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøkstur innan gistihús og matstovuvirki við 25%. Fiskiskapur vaks 17% og ali- og kryvjivirki 11%. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo