Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tann 20. februar 1902 var tann málkøni týski journalisturin og mótstøðumaðurin Wilhelm GUDDORF føddur í Melle í Belgien.  

Hann vaks upp í einum konservativum intellektuellum og katólskum umhvørvi.

Longu sum óviti var hann eitt tiltikið flogvit í mál-kunnleika og málburði.  

Hann segðist duga stórt sæð øll européisk mál, umframt arabiskt og hebraiskt.

Pápi hansara var professari í týskum við universitetið í Gent og hevði longu tíðliga rátt tí gávuríka soninum til at lesa teologi, men tað vildi Wilhelm slett ikki vita av.

 Hann lat seg immatrikulera, fyrst við universitetið í Leiden og seinni í Münster, har hann las søgu og alskyns mál.

Sum ungur studentur fyrst í tjúgunum, kvetti hann heilt við sítt borgarliga miljø og meldaði seg inn í tann týska kommunistaflokkin, KPD.

Fyri at hava anonymitet í sínum politiska arbeiði, skrivaði og arbeiddi hann undir dulnevninum Paul Braun.

Hann skrivaði í fleiri bløðum, men  serliga í "Rote Fahne", har hann hevði regluligt innivist  frá 1926 og líka til 1933.

Aftaná, at nazistarnir komu til valdið, fekst hann við prenting og útgávu av illegalum bløðum og pamfletum, sum vóru hvøss álop á bølmannastýrið hjá Adolf Hitler.

Tað var ekstremt farligt at andøva móti tí nazistiska diktaturinum, sum hevði eina ta mest ráu, eirindaleysu, og eisini effektivu polititænastu í øllum Europa, tað karrá Gestapo. 

Tað vóru ógvuliga fá av teimum, sum gjørdu mótstøðu, sum ikki fyrr ella seinni vórðu uppdagaði og tikin til avhoyringar.

Í 1934 bankaðu teir uppá dyrnar hjá Guddorf, sum so varð tikin til drúgvar avhoyringar og dømdur til eitt árs harða revsing í kz-leguni Sachsenhausen.

Meðan hann sat í fongslinum, lærdi hann seg bæði kinesiskt og japanskt.

So skjótt, sum hann slapp útaftur, fekk hann sær samband við fyrrverandi journalist-kollegar, og teir fingu beinleiðis kontaktir til ta legendarisku fylkingina "Rote Kapelle".

Rote Kapelle var tann mest effektivi njósnara-ringurin undir Øðrum Verðinskríggi, og nógvir søgumenn  halda, at tað vóru upplýsingar og tilfar frá RK, sum bjargaði teimum allieraðu, bæði á  eystur- og vesturfrontinum.

Saman við øðrum mótstødumonnum stjórnaði Guddorf blaðið "Die innere Front".

Tann avísin  hýsti eisini tilfari frá borgarligum og socialdemokratiskum mótstøðufólki.

Frá 1940 arbeiddi Guddorf sum bókasølumaður, og handilin hjá honum var eitt ýti fyri mótstøðufólk, líka frá München til Hamburgar.

Tann 15. oktober 1942 bleiv Guddorf aftur tikin av Gestapo og tann 3. februar 1943 varð hann dømdur til deyða í tí politiska fongslinum Pløtzensee.

Hann varð kortini ikki skotin, fyrr enn 13. mei, allarhelst tí man tortureraði hann fyri at fáa fleiri upplýsingar um mótstøðu-ringar í Týsklandi..

Hesin stálsetti, djarvi og treiski mótstøðumaður hjá nazistunum bleiv bara 41 ár.

Í okkara tíð eru eitt stórt tal av gøtunøvnum uppkallaði eftir honum um alt Týskland.

Hvussu nógvir søgulærarar munnu minnast til at fortelja næmingum um Guddorf og túsindir av øðrum ovurdjørvum týskarum, av báðum kynum, sum heroiskt stríddust og lótu lív móti Europas mest farliga stjórnarveldi?

Tey verða tagd burtur!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo