Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Reyði Krossur Føroya: Mánamorgunin 6. februar vóru tveir ógvusligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria. Tvær vikur seinni gjørdi enn ein ógvusligur jarðskjálvti syndarligu støðuna í londunum uppaftur verri. Higartil hava fleiri enn 50.000 menniskju latið lív og enn fleiri eru særd.

Reyða Kross feløgini í Turkalandi og Sýria hava arbeitt ótroyttiliga, síðan fyrsta dagin, við at hjálpa neyðstøddum børnum og vaksnum. Av tí, at lokalu Reyða Kross toymini eru úr økinum og eru staðkend, hava tey havt serliga atgongd til tey harðast raktu økini. Tey arbeiða áhaldandi við at veita kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp, býta út neyðsynjarvørur so sum mat og drekka, teppir og skjól.

Sum tíðin gongur, skiftir fokus so líðandi frá bjargingararbeiði til at veita neyðugan stuðul til tey, sum hava mist heim, ognir, arbeiði og síni kæru.

Reyði Krossur Føroya letur 1.35 mió. kr. til neyðhjálpararbeiðið í londunum báðum. Ein millión av hesi upphædd er latin frá Føroya Landsstýri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo