40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í fjør vórðu um 14.000 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst. Hetta er 6% fleiri enn fyrra árið. Fastognarskjøl, ið eru nógv tey flestu, vóru 3% fleiri, meðan tað vórðu tinglisin 16% fleiri skjøl um akfør. Tinglesing um onnur leysafæ minkaði 11%.

Áðrenn fíggjarkreppuna øktust tinglýsingarnar støðugt til tað mesta í 2008 við 22.000. Men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður í 9.500 í 2012. Talið av tinglýsingunum vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu 5-6 árini hava tinglýsingarnar verið millum 12.000 og 14.000.

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru um fastogn so sum skeytum og øðrum ognarheimildarskjølum og lániskjølum. Hesi eru 73% av øllum. Lániskjøl og annað viðvíkjandi akførum eru 25%, og síðstu 2% eru viðvíkjandi leysafæ. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo