Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Talgildu Føroyar: Hesa vikuna eru níggju kommunur farnar undir at bjóða borgarum sínum tænastur á Vanganum. Sostatt eru 15 kommunur nú á Vanganum. Tær fevna um 43.300 føroyingar.

Tað er eitt gott samstarv millum kommunurnar, KT veitararnar og Talgildu Føroyar, ið ger, at tað nú er møguligt m.a. at søkja um byggiloyvi, mentanarstuðul og flyting hjá kommunum um landið.

Kommunurnar veita okkum nógvar tænastur, og tørvurin hjá teimum er oftast hin sami. Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast, og kommunurnar fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum bæði fíggjarliga og tøkniliga.

Við samhaldsføstu menningini kunnu borgarar í landinum fáa atgongd til talgildu tænasturnar, og eingin kommuna gerst eftirbátur í tøkniligu framgongdini.

Fyri Fugloyar kommunu er tað umráðandi at verða partur av einum alt meiri talgildum samfelag. Sjálvt um kommunan er tann minsta í landinum og møguliga øllum kongaríkinum, so vilja vit stremba eftir at veita borgarum okkara eina góða tænastu. Somuleiðis er tað okkara fatan, at eitt víttfevnandi talgilt samstarv frameftir kann verða við til at økja um trivnaðin fyri borgaran og kommununa sum heild, sigur Símun Gullaksen úr Fugloyar kommunu.

Í Talgildu Føroyum fegnast tey um góða samstarvið við kommunurnar. Farið er longu undir at menna enn fleiri tænastur, ið skjótt verða tøkar á Vanganum.

Vangin verður nógv brúktur, og talið av vitjandi á Vanganum veksur hvønn mánað. Tað eru góð tvey ár síðan fyrstu tænasturnar vórðu tiknar í nýtslu.

Visjónin er, at uttan mun til, hvar í Føroyum tú býrt, hevur tú atgongd til somu tænastur á Vanganum, har øll atlit eru tikin til brúkaravinsemi og trygd.

Kommunur í Føroyum
- Í Føroyum eru 29 kommunur
- 21 kommunur hava avsamstarsavtalu við Talgildu Føroyar
- 15 kommunur eru á Vanganum
- 6 kommunur koma á Vangan seinni í ár
- Tórshavnar kommuna er størst við 23.061 íbugvum
- Skúvoyar kommuna er minst við 35 íbúgvum

Kommunur á Vanganum eru
- Fugloyar kommuna
- Hvannasunds kommuna
- Klaksvíkar kommuna
- Kunoyar kommuna
- Fuglafjarðar kommuna
- Eysturkommuna
- Runavíkar kommuna
- Sjóvar kommuna
- Eiðis kommuna
- Sunda kommuna
- Sørvágs kommuna
- Tórshavnar kommuna
- Kvívíkar kommuna
- Vestmanna kommuna
- Skúvoyar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo