Mamma okkara lærdi okkum hetta: "Tað er ov seint at hugsa um at spara, tá botnurin á tunnuni kemur undan"
- Hans P. Johannesen í útvarpssamrøðu við N. J. Arge

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mamma okkara lærdi okkum hetta: "Tað er ov seint at hugsa um at spara, tá botnurin á tunnuni kemur undan"
- Hans P. Johannesen í útvarpssamrøðu við N. J. Arge
Innlendis ítróttur

Á myndini síggjast 14 av teimum 15 nýggju UEFA B-venjarunum, saman við vegleiðarum og umboðum fyri FSF - Mynd: www.FSF.fo

Myndir: www.FSF.fo

FSF: Føroyskur fótbóltur hevur fingið 15 nýggjar UEFA B-venjarar. Á hátíðarløtu á Hotel Føroyum týsdagin, áðrenn U21-landsdystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, varð skipað fyri próvhandan fyri venjarunum, ið hava staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina.

Skeiðið byrjaði í mars og endaði við próvtøku í septembur. Tilsamans 15 venjarar, 14 menn og ein kvinna, fingu handað prógv.

– Tað er altíð gleðiligt at síggja fleiri nýggjar venjarar. Samstundis er hetta ein týdningarmikil partur av menningini av føroyskum fótbólti, og tí fegnast vit um, at tað hesaferð eydnaðist at fáa 15 venjarar ígjøgnum útbúgvingina, sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Á UEFA B-venjaraútbúgvingini verður arbeitt við millum annað liðbygging, venjingar- og menningarætlanum, umframt taktiskari, kropsligari og mentalari venjing.

– Nú vóna vit, at fleiri av teimum fara víðari á UEFA A-venjaraútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar í august næsta ár, sigur Jonas Nielsen.

Myndir: www.FSF.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #