Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak

- Danmark er eitt hjálandaveldi og hevur misbrúkt Grønland og grønlendska fólkið, segði svenski aktivisturin uttanfyri Christiansborg í dag

- Vit liva í einum samfelagi, har politikarar alt ov ofta velja løttu loysnina. Har tað er lættari bara at siga ja til at játta fígging enn at taka ábyrgd. Har orð sum “burðardygd” og ”haldføri” verða slongd út í talu og teksti, men gloymd og vikin frá í veruligum verki

Ferðslan kann nú aftur koyra ótarnað á Frælsinum, eftir at Fjarhitafelagið er liðugt at leggja fjarhitarørini til Landssjúkrahúsið, sum ætlandi verður bundið í fjarhitaskipanina í summar

17 umsóknir komu inn til hetta fjórða stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans góðar 6,7 mió kr. Ein verkætlan fekk eina millión í stuðli

Main

- Á einum valfundi, sum Miðnám á Kambsdali skipaði fyri, kom eg í prát við ein næming. Hon arbeiðir um kvøldarnar og í vikuskiftinum fyri at fáa fíggjarligu viðurskiftini at hanga saman

Hátíðarhald er í dag og seinni í ár verður veitsla hjá elsta hondbóltsfelagnum í landinum

- Tað almenna roynir av øllum alvi at mótrokna og skatta eldri fólk, so tey ikki skulu ditta sær at vinna sær nakrar krónur, uttan at tað almenna klórar sum mest burturav.

- Sjálv havi eg endurnýtt allar plakatirnar frá seinasta kommunuvali. Eingin orsøk er til bara at blaka burtur og keypa nýtt

Ímeðan tað ljóðar úr øðrum londum, at tey umhugsa at skamta brennievni, so er ongin vandi fyri regluligari veiting her hjá okkum, sigur oljustjóri

- Stendur ein avbjóðing fyri framman, so er tað umráðandi at loysa hana sum skjótast

Fleiri miðlar skriva um ráðgevar í Hvítu Húsunum sum ikki vita síni livandi ráð, tí privata telefonnummarið hjá forsetanum er blivið almenn vitan

- Eg sá tær fyrstuferð á Bornholm og uppdagaði teirra undirklæði, sum eru gjørd úr bleytastu ullini. Líka síðani havi eg samlað uppá teirra bundnu vørur, sigur Helena Christensen

- ​​​​​​​Sosialisman fær nevniliga ongantíð nokk av skattaborgarans peningi. Tað liggur í teirra DNA. Hóast allar teirra avgjaldshækkingar, so tosa hesir flokkar framvegis um skatta og avgjaldshækkingar

Sangurin byggir á minnir frá barnaárunum. Við einum lættum og óhátíðarligum hugburði tekur Ronnie stigið inn í ein tónleikaheim, hann sjálvur ikki vanliga verður settur í samband við

Nógvur vindur og nógv regn gera, at SEV hevur klárað seg uttan olju í eina heila viku

Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan umframt einum synkronkompensatori, transformarum og 10kV anleggi. Verandi battarískipan á Sundi er 12 MW

Iran er til reiðar at loyva japanskum skipum at sigla gjøgnum strategiskt týðandi Hormuzsundið

Inntil nýliga var Ilya Remeslo ein ungur og lovandi advokatur og Putin-stuðul

- Raðfesting hevði ikki bert stuðlað útlendingum í at læra málið og mentanina, men eisini bøtt arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum landið forvæntar skulu lofta útlendingunum

- Latið føroyingar keypa á netinum sum restin av vesturheiminum. Tað eigur at vera eitt heilt einfalt politiskt mál

- Vit kunnu hava dialog, men eg vil ikki hava vápnahvíld. Tú gert ikki eina vápnahvíld, tá ið tú oyðir hin partin, sigur Trump

Á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum í dag varð skipað fyri einum politiskum pallborðskjaki

- Jørgen er altíð á ferð – og í sambandi við Fólkatingsvalið hevur hann verið uttanlands fyri at kanna møguleikar at styrkja handilssamstarvið hjá Føroyum

- Føroyar standa í dag í einari støðu, har vit bæði hava stórar møguleikar og stórar avbjóðingar. Ein av teimum størstu er mangulin upp á arbeiðsmegi

- Áðren valið, var ein nýggj farsóttarlóg í gerð. Lógin kemur í kjalarvørrinum av koronu farsóttini og gevur mynduleikunum øtiliga breiðar heimildir at blanda seg uppí og stýra atferðini hjá fólkið

- ADHD og autismuøkið er afturúr siglt – tað má eg staðfesta eftir, at eg mikudagin var til kjaki við fakfólk á økinum

Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá U21, U18, U15 og U13 hjá dreingjum, og í steypakappingunum hjá U16 og U13 hjá gentum

- Størsta avbjóðingin í føroyska vælferðarsamfelagnum í dag og komandi árini, er vaksandi tørvurin á starvsfólkum innan heilsu- og røktarøkið

- Lægri egingjald til sálarfrøðing

- Eg var sjálvur, í einum flokki, har eg vildi verja ófødda barnið, í meðan aðrir flokksfelagar vildu tað øvuta

- Vit vita, at eitt gott og vælvirkandi almannaverk skal vera til staðar fyri tey, ið hava tørv á hjálp. Men hjálpin skal ikki vera fjald í skipanum og oyðubløðum

Løgreglan í Føroyum fær fimm til sjey NCMEC-mál um vikuna. Løgreglan metir vanliga, at eitt til trý av hesum málum kunnu vísa seg at vera revsiver, skrivar KVF

Smyril Line hevði eitt gott fíggjarligt úrslit í 2025. Avlopið var 147 mió. eftir skatt, sum er góðar 20 mió. hægri enn í 2024

Úrslitið eftir skatt í 2025 var eitt avlop upp á 30,2 mió. kr. samanborið við 47,9 mió. kr. árið frammanundan

- Lat okkum fáa gjørt okkurt við møguleikan at búseta seg, taka lán og hava góðar fyritreytir fyri at virka í tí nærumhvørvinum, vit velja at búgva í

Tað boðar familjan frá á Instagram

Bæði ársroknskapurin og grøni roknskapurin vísa framgongd hjá J&K Petersen í 2025. Ársúrslitið er meira enn tvífaldað, og fyritøkan leggur stóran dent á umhvørvislig og samfelagslig atlit

- millum fólkið og heimastýrið

Ymsar verkætlanir leggja fram ymiskt, sum tey hava arbeitt við í Hugskotinum

- Vit skulu krevja eina reina revsiváttan frá øllum teimum, ið ynskja at koma til Føroya at arbeiða ella at búgva

- Demens, serliga Alzheimers sjúka, er ein vaksandi avbjóðing í samfelagnum. Tí er tað neyðugt við einum greiðum og samanhangandi politikki

- Sandslíð er lívsæðrin til eysturbygdirnar í Sandoynni. Men framtíðin hjá farleiðini tykist nú at standa og falla við Suðuroyarleiðini og teimum ymisku loysnunum, sum verða umrøddar

- Laksalús er og fer allarhelst altíð at vera ein plága í alivinnuni, men tætt samstarv millum granskarar og vinnuna hevur gjørt, at meira tamarhald nú er á lúsini

- Venda vit nú sjóneykuna í móti teimum eldru ella teimum mongu, sum fara at gerast pensjónistar komandi 10 árini, hvat fer at henda við teimum?

Í januar vann U18 landsliðið við gentum seg víðari í EM undankappingini og skal nú til Kekkia til aðru undankappingina

Sjáldan er so nógv kreativt hugflog at síggja sum tá valstríð er

- Fólkaflokkurin vil seta ferð á útstykkingar við at gera tær mvg-fríar og loyva kommunum at rinda part av byggibúningini fyri borgaran. Viðgerð av matrikkulering og byggisamtyktum skulu avgreiðast skjótari

Á forsíðuni í The Economist í dag verða amerikanski forsetin, Donald Trump, og kríggið í Iran sýnd fram í einum minni smikrandi ljósi

Mánakvøldið klokkan umleið 20:30 verður lutakast um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá bæði kvinnum og monnum. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

Pallborðsfundur var í Eysturskúlanum í gjár

Veddingarfyritøkurnar hava sett odds á úrslitið av løgtingsvalinum í næstu viku

Lærarafelagið hevði boðið valevnunum til meira kunning um millum annað Nám X og tvílæraraskipan

- Hvat um ein sjómaður bara vinnur 111 krónur um tíman? Ja – so ber til at rokna milliardir fram í tilfeingisrentu

- Nú er nóg mikið við fleiri skattum og avgjøldum💚 Heldur meira tryggleika og ræði yvir egnum pengum og ognum

- Dagurin í gjár var ein góður dagur, eg slapp aftur á skúlabonk – eina løtu

Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman

Í dag, 20. mars klokkan 13, er ársaðalfundur Kommunufelagsins á Hotel Føroyum

- Voluman á dómunum skal avspegla signalvirđiđ hjá landinum, um at slík lógarbrot góðtaka vit als ikki

Veðrið í dag og orðið vár hava neyvan so nógv við hvørt annað at gera í hugaheiminum hjá teimum flestu. Men í dag byrjar várið, siga summi

- Ávaring. Onkur hevur stovnað hendan falska profilin við mínum navni og míni mynd. Hetta er ikki eg, skrivar Jørgen Niclasen á sínum sanna profili á Facebook

- Seinastu árini hava nógv ung valt at flyta av landinum fyri at lesa ella arbeiða, og nógv teirra koma ongantíð aftur. Hetta er ein álvarslig avbjóðing fyri føroyska samfelagið

Komandi leygarkvøld kl 21.30 verður Essabarr karmur um festligasta kjakið í valstríðnum 2026. Retorisku seksløbararnir fara at sita leysir í slíðrunum

Myndugleikarnir í Sameindu Arabisku Emiratunum halda seg hava avdúkað eitt netverk, sum eftir øllum at døma varð stýrt og goldið av Iran og Hizbollah, skrivar tíðindastovan Reuters

- Fólkaflokkurin er ein vinnuflokkur, sum vil hava tryggar og góðar karmar til alla vinnuna í Føroyum

- Eg eri uppilagstur sjómaður, sum á okkara breiddarstigi merkir ein sjómaður, sum er farin í land, sigur Brandur Hanusarson í Funningsstovu

Ein viðmerking um konu hansara fekk bretska vertin at missa tamarhaldið

- Vit føroyingar hava altíð verið óførir at finna okkum arbeiði – góð og væl lønt arbeiði

Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at senda landsstýrinum eina almenna áheitan um at fáa ein 1. flokk afturat í Sankta Frans skúla komandi skúlaár

- Kostnaðurin á einum bústaðið til ung fólk við vanligari løn kann ikki fara uppum 2 mill

- Nú er nóg mikið: Vit mugu velja eina virðiliga tjóðskaparrødd á fólkating

# #