Ein ferðavinnulig ræðumynd úr Karibia, sum BBC ger vart við í dag: Jamaika, har 99% av strondunum eru privat ogn.
Almenningurin sleppur bara til hitt eina og seinasta prosentið av strondum og strandakanti í feriuparadísinum Jamaika.
Alt hitt er lagt undur all inclusive ferðavinnu, har hegn verður sett upp millum ferðafólk og tey, sum búgva á staðnum, ella vilja ferðast uppá egin hond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



