Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-051/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um samansetingina av limum í Sjúklingaráðnum, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Eftir hvørjum leiðreglum hevur landsstýrismaðurin valt limir í nývalda Sjúklingaráðið?

2. Hvørjar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at velja júst hesar fimm limirnar í Sjúklingaráðið?

3. Hvørji landafrøðilig øki eru umboðað í Sjúklingaráðnum, og hví er hendan landafrøðiliga samansetingin vald?

Svar:
Til spurning 1

Landsstýrismaðurin hevur valt limirnar í Sjúklingaráðið í samsvar við ásetingarnar í kunngerðini um Sjúklingaráð. (Kunngerð nr. 83 frá 17. august 2006 um sjúklingaráð, sum broytt við kunngerð nr. 125 frá 9. september 2022).
.
Til spurning 2 og 3
Sambært ásetingunum í kunngerðini skulu limirnir veljast eftir uppskoti frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Í samsvar við hetta heitti Heilsumálaráðið á sjúklingafeløgini umframt MEGD um at koma við uppskotum til limir í Sjúklingaráðið.

Tá ið freistin var farin, hevði landsstýrismaðurin fingið 17 ymisk uppskot til limir at velja ímillum.

Út frá hesum hevur landsstýrismaðurin valt 5 limir, har atlit m.a. eru tikin til, at samansetingin er so breið sum gjørligt – bæði tá umræður landafrøðilig øki, sjúklingafeløg og kynsbýti. Landafrøðiliga fall valið á tveir limir úr Suðurstreymoy, ein úr Eysturoy, ein úr Vágum og ein úr Suðuroy.

T.d. var ongin limur, sum var í uppskoti, úr Norðoyggjum ella Sandoynni, og tí var ikki møguligt at velja nakran úr hesum økjum hesaferð.

Sambært kunngerðini umboða limirnir í Sjúklingaráðnum ikki eitt ávíst sjúklingafelag ella sjúklingabólk í ráðnum, men harafturímóti allar sjúklingar, sum verða viðgjørdir í Sjúkrahúsverkinum.

Tað kann tó nevnast, at atlit eru tikin til, at ongin av teimum valdu limunum eru knýttir at sama sjúklingafelag, men harafturímóti fimm ymiskum sjúklingafeløgum.

Heilsumálaráðið, 15. november 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo