Í apríl er árið so ungt enn, at tað bæði grætur og lær hjartaliga
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú Føroyar hava gjørt fiskiveiðiavtalur við Russland og Noreg um fiskiskapin í Barentshavinum er greitt, at føroysk skip komandi ár kunnu fiska tilsamans 18.848 tons av botnfiski í Barentshavinum – 15.021 tons av toski, 2.027 tons av hýsu og 1.800 tons av øðrum botnfiski.

Fiskiveiðiavtalan ímillum Føroyar og Noreg varð undirritað í gjár. Avtalan gevur føroyskum skipum rætt at fiska 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu í norska partinum av Barentshavinum. Hetta er ein minking í mun til í ár, har toskakvotan er 4.945 tons og hýsukvotan er 1.100 tons. Minkingin er tó ikki líka stór sum minkingin í kvotunum, sum verður framd komandi ár sambært umsitingarætlanini fyri toska- og hýsustovnin í Barentshavinum. Avtalan við Noreg fevnir harumframt um 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum botnfiski

Grundað á søguligan fiskiskap við Svalbard kunnu Føroyar í 2024 eisini fiska 910 tons av toski og fiska rækjur í 966 dagar.

Í farnu viku varð avtala gjørd um kvotur í russiska partinum av Barentshavinum, har føroysk skip kunnu fiska 9.766 tons av toski, 1.047 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4.000 tons av rækjum.

Avtalan við Noreg fevnir eisini um, at toskur og hýsa í russiska partinum av Barentshavinum kann flytast til norska partin av Barentshavinum. Í ár eydnaðist at fáa hækkað kvoturnar av bæði toski og hýsu, sum kunnu fiskast í norska partinum í Barentshavinum. 5.800 tons av toskakvotuni og 550 tons av hýsukvotuni í russiska partinum í Barentshavinum kunnu komandi ár fiskast í norska partinum í Barentshavinum – í ár kunnu 5.450 tons av toski og 500 tons av hýsu flytast úr russiska til norska partin av Barentshavinum.

Við hesum er sostatt greitt, hvussu kvoturnar hjá føroyskum skipum í Barentshavinum verða komandi ár, og kunnu føroysk skip fiska um 18.850 tons av botnfiski, umframt rækjur, í Barentshavinum í 2024.

Dennis Holm, landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo