Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 1991 bleiv fiskaloysi á Føroyagrunninum, toskurin, hýsan og upsin rýmdi, um somu tíð boðaðu lemma trolarinir vesturi á Íslands rygginum frá, at nakað av rækjum stóðu í netinum.

Í 70inum vóru nógv línuskip á Flemish Cap, tá var nógvur toskur at fáa , so kølnaði sjógvurin kom so rækjurnar, nøkur ár seinri kom toskurin aftur, nú eru rækjur aftur og  Arctic viking heim við fullari last.

http://www.jn.fo/arctic+viking+siglir+heim+av+flemmish+cap.html

Svaldbard
Har vóru nógvar rækjur fyri nøkrum árum síðani, men tá sjógvurin bleiv heitari, kom toskurin longur norður eftir, og rækjur eru farnar longur norð til kaldari sjógv. 

Toskur etur rækjur, og kunnu liva í sama temperaturi, men rækjurnar liva fyri tað mesta í kaldari sjógvi.

Eg havi  fyrr skriva, at alt livandi flytur eftir, hvar liviumstøðurnar eru  betri, og eisini skriva um lítli ístíðina, fyri 400 árum síðani, tá fiskaloysi og hungursneyð alla 17 øld, tá var ongin ovurfisking.

So eg veit ikki hví nøkur fólk á Havstovuni, bert tosa um ovurfisking, og hvørki vilja hoyra ella tosa um tosk uppi í sjóðnum, natúr broytingarnar og fiskaloysi fyrr.

Eg havi leita nakað av tilfari fram, sum vísir hvussu toskur flytur. so tað er ikki neyðugt hjá mær, at skriva so nógv um hitabroytingar og fisk.

https://www.gransking.fo/media/2414/vv2009_karin.pdf  Um tosk í Føroyum og natúr broytingar

Um tosk í Grønlandi og natúr broytingar. Her sæst tíguliga hvussu fiskaríi broytist.

file:///C:/Users/Ey%C3%B0un/Downloads/58_2005_De_groenlandske_rejer_forskning_og_fremtid.pdf

Kanibalisma. á síðu 21 sæst eisini hvussu nógv av toski, stórur toskur etur.

file:///C:/Users/Ey%C3%B0un/Downloads/torsk_og_klima%20(1).pdf

Toskur uppi við Svaldbard  frá 1873 til nú.

https://framsenteret.no/nyheter/2019/09/06/om-torsk-klima-polartorsk-og-bunndyr/ 

Toskur vandring klima Bergen 1998 26 – 27 mars Tað bleiv tosa um tosk sum flytur og tosk uppi í sjóðnum og heilt djúpt har vóru eisini fleiri Føroyskir fiskifrøðingar við

https://epaper.infomedia.dk/portal/fao/search?query=merktur%20toskur ferðast toskur FF blaði

https://projekter.au.dk/havet/forloeb/forloebsoversigt/den-sidste-fisk/oekologisk-sammenhaeng/vejr-og-klima/

EL NINJO og LA NINJA     

Er tað sum Osmund Justinussen, ofta hevur tosa um. 

https://www.youtube.com/watch?v=6vgvTeuoDWY&t=27s 

https://kvf.fo/vitan?sid=46245       

27 minuttir tosar Osmund um toskurin kom í 90 inum, tað sama var á Føroya banka á heysti 2019 ongin 1-4 ára gamal toskur hevði verið har áðrenn. Sum sæst á landingar seðlinum, er 95% av veiðuni, toskur eldri enn 5 ár. Eg havi eisini fingið innlit í øll tølini.

Trýst á toskur – stikka, so koma støddirnar fram.

http://www.jn.fo/magnus+heinason+hevur+gjort+trolroyndir+a+foroya+banka_rmfj.html

Eyðun Hansen
20 04 2021
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo