Miðskeiðis í januar gjørdi Spyr.fo eina kanning fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, har 542 borgarar í Tórshavnar kommunu svaraðu ymiskum spurningum. Ein av spurningunum var, um "Argja kirkja skal staðsetast á fríøkinum við Sandá" og har søgdu 60% seg vera ósamd ella sera ósamd, meðan 20% søgdu seg vera samd ella sera samd. Góð 20% søgdu seg ikki vita, og sær ein burtur frá hesum bólkinum, eru tað sostatt 2/3 av borgarum í Tórshavnar kommunu, sum eru ímóti staðsetingini á fríøkinum við Sandá.
Um hugt verður ítøkiliga eftir úrslitinum í mun til, hvar í kommununi respondentarnir búgva, kann staðfestast, at 60 % av teimum, ið búgva á Argjum, er ósamd ella sera ósamd, meðan 34 % siga seg vera samd ella sera samd, at "Argja kirkja skal staðfestast á fríøkinum við Sandá". Langt tann størsti bólkurin, nevnliga góð 52 % av respondentunum á Argjum, siga seg vera sera ósamdan og hetta gevur greiða ábending um, at argjafólk hava sterka meiningar um staðsetingina á fríøkinum.
Fyri 'Náttúrufylkingina - Sandá at frama' stuðlar úrslitið av kanningini undir ta fatan, sum bólkurin hevur havt frá byrjan, nevnliga, at meirlutin av borgarum í Tórshavnar kommunu, herundir á Argjum, ikki ynskir eina kirkju á fríøkið við Sandá.
Náttúrufylkingin heitir tí staðiliga á fólkavaldu politikararnir á Vaglinum um at lata fólkaræðilig atlit valda, virða meirlutan av borgarunum í kommununi og fremja fólksins vilja.
Náttúrufylkingin - Sandá at frama
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo