Rættarlig samkensla við tí seka er svik móti tí óseka
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

HÓAST FØROYSKAR ROKNIBØKUR: Mong ár eru liðin, síðan undangongufólk góvu okkum roknibøkur (støddfrøðibøkur) á føroyskum máli. Kortini eru tað ikki so fá, sum siga t.d. “lig við” og “ganga”. Tykist vera ringt at sleppa av við gamlar danskar ónollur. Hvat gerst? Hvat verður gjørt? Hvussu er við málsliga hugburðinum í 2024?

LIG MED / LIG VIÐ: “lig við”, løgin donsk-føroysk orðing! Umsetingin “líka við” kann neyvan brúkast!?

Orðabókin sigur “er, javnt við, sama sum”.

GANGA / FALDA: Fleiri siga framvegis “ganga” heldur enn tað føroyska “falda”.

Orðabókin sigur “falda” ella “ferðir”.

Góðu skúlafólk og øll onnur!: Brúkið føroysku orðini! 

Í SENN, ikki AT GANGIN: Burtur við hasum danska! Minnist nú til: Ein dyst í senn!

LØGTINGSMANNAMÁLBURÐUR: Í farnu viku, tá tingið kjakaðist um bóndauppreistur, russarasamstarv og fosturtøku, hoyrdust m.a. hesi orð á okkara aldagamla tingi: “Nú begynnir at vakla heilt alvorliga, fjendskt forhold, skrekkur, bidraga, bidró, havi stadigvekk tann holdning, fjerna betingilsini, dúkka, betaldu til tí skipanina, betalingsskipan, ferdigheitir, skrellispann, hemmiligheitskremmarí, fullstendiga vanvittigt”!?!

Ja, púra ørt (“ørt hour” siga summi).

TINGMÁL: Er eingin lóg, sum bannar slíkum óføroyskum málburði á tingi?
Ensk ávirkan, sigst! Eg meini tað!

KvF: Í Útvarpinum søgdu ymisk fólk í annars góðum sendingum: “ímidlartíð, vittirliga, forútsetningur, vrøvla, FN, neis útfordring, ondsvakt, tit koma simpilthenn til at betala meir”!?

Ensk ávirkan? Ups, ja, har var eitt enskt orð! 

STAVSETINGARORÐABÓKIN: Til lukku við orðabókini, góðu tit øll! Stórt og gott arbeiði. Eri tó ikki heilt samdur í ávísum førum.

SAMVÆRA / UNDIR TONNA: ”Samværi” man vera hvørkikynsorð og kann tí ikki bendast til “samværa”. (Eitt samværi, eitt dømi).

Áhugavert verður at fáa ein bita “undir tonna” (tánna?), sum ein miðil skrivaði.

Blóð “á tonna”/ tánna) sæst onkuntíð. Skal vera “tonnina”. Væl gagnist!

E.S.: TØLINI: Annars haldi eg, at nú er tann stundin komin til handa, at vit aftur fara at brúka føroysku tølini! (35=trí(a)tifimm, ikki danska fimmogTREtivu)! Vit kunnu byrja í barnagarðinum, skúlanum og Gekkinum!

Góðan móðurmálsdag!

Við móðurmálskvøðu
Eyðun á Borg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo