Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um fíggjarlógina fyri 2024. Tað snýr seg um tvinni viðurskifti.

Stuðul til háskúlauppihald
Sjúrður Skaale varð í fjør kontaktaður av leiðsluni á ítrottarháskúlanum í Vági, sum ikki skilti, hví stjórnin strikaði sokallaðu ríkisfelagsskapsstipendiuni, og hví hon vísti til manglandi áhuga sum orsøk. Veruleikin er, at nógvir næmingar á skúlanum í Vági seinastu trý árini hava fingið stuðulin, og at uttan hann hevði næmingatalið verið nógv lægri. Hetta er sostatt ein týðandi partur av fíggjarliga grundarlag skúlans.

Sjúrður fegnast um, at danski mentamálaráðharrin hevur lurtað eftir áheitanunum um at aftur seta pengar av, soleiðis at eftirskúlanæmingar hava møguleika at søkja stuðul til t.d. eftirskúlauppihald í Føroyum – ikki bara í Vági, men eisini á hinum háskúlunum. Talan er um tvær milliónir frá 2024 til 2027. Avtalan um stuðul til háskúlauppihald er gjørd saman við Onnu Falkenberg.

Sjósavn
Ein stór og nýslóðandi verkætlan er nýggja sjósavnið í Føroyum, sum eisini skal vera ein maritimur granskingardepil. Arbeiðsbólkurin hevur higartil fingið tilsøgn um stuðul frá Tórshavnar Kommunu og Betri, men enn er langt á mál fyri at hava fíggingina upp á pláss. Fyri fleiri árum síðani vendu tey sær til Sjúrð Skaale um hetta, og nú er avtala gjørd.

Avtalan ber í sær, at danska stjórnin setir tilsamans 20 milliónir av til verkætlanina í 2025, 26 og 27. Peningurin er settur av við teirri treyt, at restin av fíggingini er fingin vil vega um eitt ár. Annars fellur peningurin aftur til statin. Hugsanin er altso, at hetta – umframt at tað ger stóran mun í sær sjálvum – skal vera ein katalysator fyri at fáa restina av pengunum aðrar vegir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo