Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Talið av starvsfólki og ársverkum á sjúkrahúsunum er gjørt upp av nýggjum frá 2010 til 2022, og er nú gjørt eftir altjóða sambærligum leisti. Uppgerðin er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Av tí at týðandi partur av viðgerðum av føroyskum sjúklingum eru framdar uttanlands er hesi starvsfólk og ársverk eisini tald við í uppgerðina. Sí meira í viðmerkingunum niðast í greinini.

Uppgerðin vísir, at í 2022 eru heilsustarvsfólkini stívliga 850 ársverk av teimum tilsamans 1.300 ársverkunum á sjúkrahúsunum og fyri viðgerð uttanlands. Seinastu tíggju árini eru ársverkini hjá heilsustarvsfólkunum vaksin sløk 20 prosent.

Fólkatalið er í hesum sama tíðarskeiðið vaksið 12 prosent. Tað hevur sostatt verið størri lutfalsligur vøkstur í heilsustarvsfólkum enn í fólkatalinum. 

Ársverkini hjá heilsustarvsfólkum í mun til fólkatalið er hesi árini økt úr 15,0 upp í 15,9 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar.

Læknarnir helvtina fleiri
Teir fýra høvuðstarvsbólkarnir innan heilsustarvsfólk eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk. Av starvsfólkunum í teim fýra høvuðsbólkum innan heilsustarvsfólk er seinastu tíggju árini lutfalsliga nógv størsti vøkstur hjá læknum. Læknaársverkini eru vorðin helvtina fleiri. 

Hinvegin eru ársverkini hjá atstøðingunum í heilsurøkt vorðin færri. Hesin bólkurin fevnir um heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar.

Knøpp 70 prosent starvast á Landssjúkrahúsinum
Nógv tey flestu heilsustarvsfólkini eru á Landssjúkrahúsinum. Í 2022 vóru ársverkini hjá heilsustarvsfólkunum stívliga 850 í tali á sjúkrahúsunum og fyri viðgerð uttanlands. Av teimum vóru 69% á Landssjúkrahúsinum. Verður bara hugt at ársverkunum á teimum trimum sjúkrahúsunum, og ársverk fyri viðgerð uttanlands ikki verða íroknað, eru 78% av ársverkunum á Landssjúkrahúsunum.

At viðgerð uttanlands er ein týðandi partur av virkseminum í sjúkrahúsverkinum sæst á, at næst eftir Landssjúkrahúsið fara 113 ársverk til bólkin ‘Viðgerð uttanlands’, samanborið við 92 ársverk á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 76 á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Seinastu tíggju árini eru ársverkini á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi vaksin góð 20 prosent. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er vøksturin 11 prosent.

Sjúkrarøktarfrøðingar ein triðingur á  øllum sjúkrahúsunum
Hóast sjúkrahúsini eru ymisk í stødd, ber til at samanbera býtið av starvsbólkunum. Sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður eru størsti bólkur á øllum sjúkrahúsunum. Á øllum sjúkrahúsunum er hesin starvsbólkurin á leið ein triðing av samanlagda starvsfólkahópinum. 

Lutfalsliga er parturin av læknum borið saman við onnur heilsustarvsfólk nógv størstur á Landssjúkrahúsinum í mun til hini sjúkrahúsini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo