Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-019/2022 frá Bjørt Samuelsen, løgtingsmanni, settur Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um uppsagnir og setanir hjá Atlantsflogi undir og eftir koronu.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv starvsfólk vórðu uppsøgd í tíðini við niðurgongd í flogferðsluni og stongsli vegna koronu? Ávikavist flogskiparar, flogternur, flogmekanikarar o.s.fr.

2. Vóru uppsagnirnar av flogskiparum og øðrum grundaðar á koronu eina og harav avleiddari niðurgongd í virkseminum hjá Atlansflogi?

3. Hvussu nógvir av uppsøgdu flogskiparunum eru settir aftur í starv hjá felagnum, og hvussu mong úr øðrum starvsbólkum? Og hvussu mong hava enn ikki fingið starv aftur hjá felagnum? 

4. Hvussu nógvir flogskiparar eru settir aftur í starv við somu lønartreytum og starvsaldri, sum áðrenn uppsøgnina, og hvussu nógvir eftir nýggjum og møguliga verri treytum enn teimum, sum vóru galdandi undan uppsøgnini? 

5. Hvussu mong av teimum, sum ikki hava fingið starvið aftur, eru núverandi ella fyrrverandi nevndarlimir í fakfelag hjá flogskiparum ella í øðrum fakfeløgum? 

6. Hvussu nógvir flogskiparar, sum ikki høvdu starv hjá Atlantsflogi innan koronukreppuna, eru nú settir í starv hjá felagnum? Og hvussu mong í øðrum starvsbólkum?

7. Ætlar felagið at bjóða øllum starvsfólkunum, herundir flogskiparum, sum vórðu uppsøgd í tíðini við niðurgongd orsakað av koronu, starv aftur í felagnum, tá virksemið er komið aftur á hædd við støðuna innan koronu?

Svar:
Sum kunnugt verður Atlansflog, sum alment partafelag, rikið við armslongd frá landsstýrinum. 

Fíggjarmálaráðið hevur tí vent sær til stjórn felagsins við fyrispurninginum um uppsagnir og setanir hjá felagnum undir og eftir koronu. Víst verður til leiðreglur fyri umsiting av fyritøkum 
landsins, settar í gildi 8. juli 2022, sum áseta yvirskipað, hvussu landið útinnir sín leiklut í teimum vinnufeløgum, sum landið eigur ella tekur lut í. 

Svar til spurning 1 
Covid 19 heimsfarsóttin hevði við sær størstu afturgongd nakrantíð í flogsøguni og í skjótt 35 ára longu søguni hjá Atlantsflog. Koronufarsóttin hevði við sær, at umleið 100 starvsfólk vórðu  uppsøgd í mai 2020. 

Av hesum vóru 65 í føstum starvi: 
• 19 flogmenn M/K
• 20 flogternur 
• 8 starvsfólk á teknisku deild 
• 8 í kundatænastuni
• 10 onnur starvsfólk, sum arbeiddu á landjørðini.

Atlantsflog hevði ætlanir um at økja flotan úr trimum upp í fýra flogfør, og felagið hevði fyrireikað seg til at økja virksemið og fingið manningar til øll flogførini. Farsóttin hevði við sær, at virksemið minkaði við meira enn helminginum, og ætlanin um at flúgva við fýra flogførum varð útsett. Hóast vøkstur í virksemi og ferðafólkatali í ár, er framleiðslan ikki enn komin upp aftur á ætlaða virksemið fyri 2020. 

Svar til spurning 2
Uppsagnirnar vóru eina grundaðar á avleiðingarnar av minkandi virksemi orsaka av korona.

Svar til spurning 3
Síðani uppsagnirnar í mai 2020 hevur Atlantsflog sett 10 flogmenn M/K aftur í fast starv. Tveir í oktober 2020, fýra í november 2021, ein í januar 2022 og tríggir í august 2022. Harafturat verða fýra flogmenn M/K væntandi settir í fast starv seinni í vetur.

Umsóknarfreistin til hesi størvini var 4. september 2022 og setanartilgongdin byrjar beinanvegin.

Allir flogmenninir M/K, sum eru settir í starv, vóru millum flogmenninar M/K, ið vóru uppsagdir í 2020.

Harafturat hava flogmenn verið í tíðaravmarkaðum starvi í summar, og nakrir eru í starvi sum fríyrkis flogmenn M/K til 1. november 2022.

Tríggjar av teimum 20 uppsøgdu flogternunum eru aftur í føstum starvi hjá Atlantsflog í dag. 

Harafturat hava 10 av teimum uppsøgdu flogternunum í dag starv sum fríyrkisflogternur. Av hinum 26 uppsøgdu starvsfólkunum eru 7 sett aftur í starv.

Svar til spurning 4
Avtala er gjørd millum FAPA og Føroya Arbeiðsgevarafelag um, hvussu flogmenn M/K, sum vóru uppsagdir í mai 2020 vegna korona, skulu lønast. Avtalan staðfestir, at flogmenn M/K skulu setast aftur eftir sama sáttmála, og á sama lønarstigi teir vóru á, tá teir vóru uppsagdir. Tó so, at um ein uppsagdur flogskipari verður settur aftur sum stýrimaður, verður hann/hon løntur eftir lønartalvuni hjá stýrimonnum, men fær lønarstigini við sær.

Hetta hevur Atlantsflog hildið seg til og hevur sett allar 10 flogmenninar M/K í starv aftur samsvarandi avtaluni millum FAPA og Føroya Arbeiðsgevarafelag. 

Svar til spurning 5
Av teimum 10 flogmonnunum M/K, sum eru settir í starv aftur, eru fýra núverandi ella fyrrverandi nevndarlimir í FAPA. Harafturat hevur ein fyrrverandi nevndarlimur í FAPA flogið í tíðaravmarkaðum starvi í summar, meðan tveir núverandi ella fyrrverandi nevndarlimir í FAPA  ikki hava fingið bjóðað starv enn.

Í løtuni eru 21 flogmenn M/K í føstum starvi hjá Atlantsflog, herav eru 9 núverandi ella fyrrverandi nevndarlimir í FAPA.

Atlantsflog er ikki vitandi um nevndarlimir í øðrum fakfeløgum millum tey uppsøgdu, sum ikki eru komin aftur í starv í felagnum.

Svar til spurning 6
Allir flogmenn M/K, sum eru settir í fast starv síðan mai 2020, høvdu starv hjá Atlantsflogi innan koronukreppuna. 

Nógvar av hinum deildunum hava javnan broytingar í starvsfólkahópinum, umframt at fyrrverandi starvsfólk í nógvum førum hava fingið arbeiði hjá øðrum arbeiðsgevarum. Tískil ber illa til at gera upp fyri aðrar starvsbólkar. Felagið hevur sett bæði fyrrverandi starvsfólk og nýggj starvsfólk í starv í øðrum deildum seinasta árið. Víst verður annars til svar 3. 

Svar til spurning 7
Tað er føst mannagongd hjá Atlantsflog at lýsa størv leys, tá brúk er fyri nýggjum starvsfólki. 

Hetta verður framhaldandi gjørt, og gongdin hevur víst, at Atlantsflog í sera stóran mun hevur bjóðað størv aftur til fyrrverandi starvsfólk, tá tey søkja størvini. Tað er ongin orsøk at halda, at hetta verður broytt frameftir.

Tinganes, 06. september 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo