Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Mikukvøldið 3. mai 2023 kl. 20 verður áhugaverd kunning at hoyra og síggja í Betesda, Klaksvík, um trúboðanarmøguleikar, sum 23 ungfólk fara at greiða frá um.

Frá 24. til 26. mars í ár var ein bólkur av 23 ungfólkum og 2 ferðaleiðarum í North Cotes í Onglandi, har tey luttóku á eini trúboðanarlegu.

Legan, sum hevði heitið REACH, varð á bíbliuskúlanum hjá altjóða trúboðanarfelagsskapinum NTM (New Tribes Mission).

REACH hevur til endamál at eggja ungum at vera við til at náa tey, sum ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin.

Mikukvøldið fara tey ungu at greiða frá leguni, siga eitt sindur um skúlan og annars, hvat tey hoyrdu og upplivdu á leguni.

Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20, har løtan endar við einum góðum drekkamunni, og høvi verður at heilsa upp á ungfólkini og seta spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo