Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Á myndini handar Hjalmar Hansen, Martini eitt blómutyssi

Á myndini handar Hjalmar Hansen, Martini eitt blómutyssi

Á myndini handar Hjalmar Hansen, Martini eitt blómutyssi

Undirvísingarstýrið: 1. apríl í ár hevði Martin Mouritsen 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri fyri Musikkskúlaskipanina. Hetta var hátíðarhildið seinnapartin mikudagin 26. apríl við eini samkomu í matarhøllini á Undirvísingarstýrinum, har stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, bar fram eina heilsan og handaði Martini gávu og blómutyssi.

- 25 ár er eitt ættarlið, so tað sigur seg sjálvt, at nógv er hent hesa tíðina, tú hevur staðið við dirigentstavinum fyri føroysku musikkskúlaundirvísingina, segði Hjalmar Hansen, stjóri.

- Tú hevur eisini roynt teg sum dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur. Eg havi altíð verið hugtikin av hesum leiklutinum - at megna at fáa fleiri ymisk ljóðføri at spæla, so at tað fyri okkum áhoyrarar verður ein stór og gevandi uppliving. Av og á hugsi eg, at tú eisini til dagligt ert ein dirigentur, sum megnar at fáa øll at spæla saman. Øll lata líka væl at samstarvinum. Tú ert ein einmansherður, tú handlar, tú finnur loysnir og tingini eru í ordan.

Vit øll á Undirvísingarstýrinum ynskja okkara starvsfelaga, Martin Mouritsen, hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo