

1685 fólk eru funnin deyð higartil í 2022 í royndini at koma tvørtur um Miðalhavið til Evropa.
Tað vísa tøl frá skrivstovuni hjá ST fyri migrasjón.
Yvir 25.000 fólk eru saknað í Miðalhavinum síðani 2014. Tey flestu horvin millum Libya og Italia, men tølini eru eisini stór fyri økini millum Grikkaland og Turkaland og millum Spania og Marokko, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo