Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Nýggjastu forskúlarnir eru á Velbastað og Tvøroyri. Forskúlin á Tvøroyri eitur Gluggin og er tann fyrsti í oynni. Á heimasíðuni hjá Tvøroyar kommunu kunnu vit lesa, at fyrsti skúladagurin, sum var í farnu viku, var hugnaligur.

- Næmingarnir vórðu væl móttiknir, tá teir komu inn í stovuna. Tær tríggjar, ið koma til at hava sína dagligu gongd í forskúlanum, Jouanita Schrøter Holm, Karin Kristina Eysturberg og Sheila Tjaldrastein Strøm, saman við skúlastjóranum í Tvøroyrar skúla, Jón Johannesen, tóku ímóti børnum og foreldrum og vístu teimum til plássini, ið tey koma til at hava, nú forskúlin veruliga fer at byrja.

Haraftrat kunnu vit lesa, at starvsfólkini undirstrikaðu, at hetta er ikki ein skúli, eins og vit kenna tað frá fólkaskúlanum. Jú, næmingarnir koma at læra um tøl og stavir, men hetta verður ígjøgnum spæl og hugna. 

Forskúlin er ætlaður sum bindiliðið til fyrsta flokk í fólkaskúlanum. Tá forskúlanæmingarnir koma í fyrsta flokk komandi ár, er vónin at teir hava lætt við at venja seg við tilveruna sum fólkaskúlanæmingar, tí ein stóran part av tí, ið teir her koma at hoyra um, hava teir longu hoyrt um í forskúlanum. Lærararnir í fólkaskúlanum kunnu tí vónandi hugsavna seg meiri um tað bókliga, heldur enn at brúka fyrstu mánaðirnar upp á at venja børnini til at vera still og lurta eftir.

Forskúlarnir  eru hesir:
Lítliskúli 9 næmingar
Frískúlin Keldan 9 næmingar
Velbastaðar skúli 1 næmingur
Tvøroyar skúli 24 næmingar
Skúlin í Eysturkommu 29 næmingar
Skúlin á Fløtum 53 næmingar
Skúlin á Argjahamri 14 næmingar
Skála skúli 10 næmingar
Sankta Frans 47 næmingar
Runavíkar kommunu 48 næmingar
Nólsoyar skúli 2 næmingar
Kaldbaks skúli 5 næmingar
Eiðis skúli 7 næmingar

*tølini eru fyribils næmingatøl fyri skúlaárið 2023/24

Ritmyndin vísir yvirlit fyri forskúlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo