Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Knappliga 27.800 vóru í løntakaraskaranum í apríl. Tað eru næstan 500 fleiri enn í apríl í fjør og svarar til ein vøkstur upp á 1,8%.

Seinastu tvey árini hevur vøksturin verið avmarkaður. Gongdin í løntakaratalinum hevur ikki verið tann sama sum undan koronufarsóttini, men nú tykist løntakaratalið aftur at vera vaksandi og vøksturin tiltakandi. Tað bendir trendurin á, sum lýsir rákið í løntakaratalinum.

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.

Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í apríl vóru um 14.200 menn og 13.600 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 260 fleiri menn og 220 fleiri kvinnur enn sama mánað í fjør.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo