Árið í fjør hepnaðist ikki væl hjá Sandoy Seafood.
Úrslitið eftir skatt gjørdist hall uppá 2,8 mió kr, sum skal setast upp ímóti 2,3 mió kr í vinningi í 2019.
Tað hendir eftir eina minking í bruttovinninginum úr 26 mió kr í 2019 niður í 20 mió kr í fjør.
Javnin við árslok var 55,5 mió kr og eginognin smáar 10 mió kr.
Sandoy Seafood dregist við stóra skuld, og í fjør fór ein heil millión til fíggjarligar útreiðslur. Tað er tað mesta í 9 ár.
Felagið fekk nýggjar eigarar í 2019, og hesir hava sett meira pening í felagið og veitt neyðuga fígging til raksturin, verður sagt í leiðslufrágreiðingini. Har verður eisini sagt, at orsøkin til vánaliga úrslitið er støðan við Covid-19, sum hevur gjørt tað trupult at fáa nóg nógva rávøru. Eisini hevur eftirspurningurin eftir liðugtvørum verið minni enn vanligt av somu orsøk, verður sagt.
Martin Olsen er stjóri í Sandoy Seafood. Nevndina manna Gerhard Lognberg, Hedvig Winther, Jógvan Elias Winther Poulsen og Óli Nattestad.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo