Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Útlendingastovan: Fyri árið 2022 var samlaða talið av uppihaldsloyvum latin á útlendingaøkinum 2848.

Tølini stava frá donsku útlendingamyndugleikunum og vísa yvirlit yvir upprunaloyvi (latin fyrstu ferð), framleingjanir og varandi loyvi.

Fyrivarni
Tølini vísa uppihaldsloyvi latin í 2022 og nøkur fyrivarni skal takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvi og ikki endiliga tilflyting/búseting í Føroyum. Her hyggja vit serliga eftir upprunaloyvum, tað er uppihaldsloyvi givið fyrstu ferð til ein einstakling (sí "førstegang" í yvirlitinum niðanfyri). Á arbeiðsøkinum kann tó eitt upprunaloyvi vera givið einum og sama persóni meiri enn einaferð yvir eitt tíðarskeið (við t.d. starvsskifti).

Sambært hagtølum hjá Landsfólkayvirlitinum var talið av útlendingum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum 2660 við ársbyrjan 2023.

Yvirskipað
Fyri árið 2022 er tað sermerkt, at tvey nýggj sløg av málum gera seg galdandi. Tað er uppihaldsloyvi eftir serlóg viðvíkjandi Ukraina, 106 latin í 2022, og síðan arbeiðsloyvir, ið vera latin í sambandi við avtalu um Fast Track (sí meira undir “FAST TRACK” á okkara heimasíðu, umframt yvirlit yvir vinnugeirar niðanfyri). Somuleiðis er samlaða talið fyri alt økið, 2848, væl hægri enn undanfarna ár, har samlaða talið var 1734. Í sambandi við Fast Track eru 635 arbeiðsloyvi latin, umframt 21 latin eftir vanligari mannagongd og eftir ES-skipanini eru 839 arbeiðsloyvi latin fyrstu ferð.

Uppihaldsloyvir grundað á familjusameining verða givin við varandi uppihaldi í landinum fyri eyga (sí “familiesammenføring”), ímeðan uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja til útlendskan arbeiðstakara á arbeiðsøkinum (erhverv) verður latið við fyribils uppihaldi fyri eyga – hjúnafelagir vóru 86, av hesum eru 46 eftir vanligari familjusameining, meðan 40 eru samfylgjandi familja til arbeiðstakara (erhverv). 91 børn fingu uppihaldsloyvi í 2022, 13 sum familjusameining, meðan 78 eru samfylgjandi familja hjá útlendskum arbeiðstakara. Í 2021 fingu 34 børn uppihaldsloyvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo