Oyggin Kýpros er kend fyri sítt stóra tal av kettum, og helst var tað á hesi oynni at ketta fyri fyrstu ferð gjørdist eitt húsdjór.
Men nú er eitt herviligt virus farið at gera um seg, sambært avísini The Telegraph.
Koronavirus, sum smittar millum kettur, herjar nú á frítíðaroynni.
300.000 kettur eru deyðar higartil, sambært útrokning hjá djóraverndarfelagsskapi á Kýpros, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo