

Ein 32 ára gamal maður er handtikin og skal í morgin í grundlógaravhoyring, eftir at hann skal hava burturflutt 13 ára gomlu gentuna Filippu á Vestursælandi í gjár. Gentan var burtur í eitt samdøgur áðrenn politiið fann hana á einum bústaði í Korsør.
Filippa var úti at ganga við avísum, men kom ikki aftur, og seinni funnu tey súkkluna, telefonina og taskuna liggjandi við vegjaðaran ímillum bygdirnar Sørbymagle og Fuglbjerg.
Vælmannað politistalið við hundi, tyrlum og dronum hava leitað eftir gentuni allan sólarringin.
Politiið vil fyribils ikki siga, hvat hendi gentuni, men mamman sigur, at hon hevur tað gott eftir umstøðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo