Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Søgnin um kongsdóttirna í Nólsoy livir so leingi, sum fólk fortelja hana. Hvørt mansbarn í Nólsoy kennir søgnina uttanat, men nú verður hon sett á pall, sum sangleikur.

Ovastevnuskráin í ár er rúgvismikil, men aftrat hesum verður gamla flakavirkið umskapað til sjónleikarhús.

Leikurin tekur støði í søgnini um kongsdóttrina, sum kom úr Skotlandi til Føroyar og búsettist í Nólsoy. Hetta er ein sangleikur fyri stór og smá. Spælt verður á gamla flakavirkinum, sum í løtuni er umskapað til eitt serligt leikhús. Uppsetingin er eitt samstarv millum ovastevnunevndina, bygdafelagið og stigtakararnar.

Royndi leikritahøvundin Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, fekk litið upp í hendir at skriva leikrit til ein sangleik, við útgangsstøði í kendu søguni um skotsku kongsdótrina í Nólsoy. Nólsoyingar hava síðani gjørt restina.

Gunnvør og Hilmar Joensen hava týtt handritið til føroyskt og kendi tónleikarin Kim Hansen hevur skrivað tónleikin. Súni Joensen hevur ljóssniðgivið og Nicolaj Falck hevur staðið fyri pallsniðgevingini. Gunnvør Joensen hevur leikstjórnað.

Umframt hetta búgva flestu leikarnir í Nólsoy ella hava tilknýti til bygdina. Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum kongsdóttir og Magnus Reinert Gásadal er rossadrongur, unnusti hennara.

Tó at Nólsoy er gomul sjónleikarabygd, eru nú nøkur ár síðani, at leikarar í bygdini hava verið á palli. Tí gleða fólk seg almikið til ovastevnu, at sleppa at síggja leikin.

Frumsýning hósdagin 11. august kl. 17.

Sýningar annars :
Fríggjadagin 12. august kl. 17
Leygardagin 13. august kl. 12:30 og 16.00
Sunnudagin 14. august kl. 18.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo