Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Miðnám á Kambsdali: Týsdagin 12. desember  klokkan 14 verður útgávutiltak á Miðnámi á Kambsdali. Tað er føroyalýsingin eftir Lucas Debes, Færoæ et Færoa Reserata, sum verður givin út sum samvirkin skúlabók júst 350 ár eftir, at bókin kom út á fyrsta sinni.

Danskføddi Lucas J. Debes (1623-1675) flutti til Føroya stutt eftir, at hann var útbúgvin teologur. Í 1652 gjørdist hann sóknarprestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi og eisini rektari við Latínskúlan í Havn. Í 1667 varð hann varapróstur, í 1670 próstur, og hann livdi í Føroyum til hann doyði í 1672.

Føroyalýsingin hjá Lucasi Debes er eitt slóðbrótandi bókaverk. Hon er fyrsta prentaða bók um Føroyar, og føroyakortið í bókini er fyrsta nágreiniliga kortið av føroysku oyggjunum. Lucas Debes lýsir føroysku náttúruna, føroyska samfelagið, søguna, fólkini, siðir, trúgv, matvanar og livikor.

Bókin verður mett at vera ein rættiliga álítandi lýsing av føroyska samfelagnum í einari tíð, sum vit annars ikki hava so nógvar skrivligar keldur til. Bókin vakti eisini ans í samtíðini, og longu í 1675 varð hon týdd til enskt og løgd fram fyri The Royal Society í London.

Lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava gjørt yvirlit, kveikar og ymisk verkevni til teir átta kapitlarnar í bókini. Verkevnini knýta bókina til ymiskar lærugreinar á miðnámi og kveikja vónandi nýggjan áhuga fyri hesum undangonguverki í føroyskum yrkisbókmentum.

Færoæ et Færoa Reserata er skrivað á gomlum donskum máli, og nýggja útgávan nýtir danska tekstin, soleiðis sum hann sá út í bókini, ið Einar Joensen gav út í 1950. Tað er Nám, sum gevur bókina út, og útgávan er úrslit av samstarvi millum Nám og Miðnám á Kambsdali.

Eftir jólafrítíðina skipa lærarar á Kambsdali fyri vekstovudøgum í skúlanum, har næmingar fara at arbeiða við ymiskum verkevnum úr 350 ára gomlu bókini, og næsta skúlaár skipar Nám fyri skeiðum fyri lærarum, sum hava hug at brúka tilfari í sínari undirvísing.

Útgávutiltakið verður í skúlahøllini í Miðnámi á Kambsdali týsdagin 12. desember klokkan 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo