40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt valstríð er um at enda. Eitt valstríð, sum á mangan hátt hevur verið øðrvísi enn onnur, ið eg kann minnast. Ein fjølbroytt súpan er um at verða liðug og skal bara kókast upp í kvøld. Ein súpan, sum fer at smakka bæði søt, súr, beist, fesk og fermenterað.

Kanska heldur tunn og løtt í kvøld, men tað er einki nýtt. Veruliga tyngdin og fyllan plagar ikki at koma í fyrr enn aftan á valdagin, tá tingmanningarnar, vit hava valt, sessast við fundarborðið at smíða samgongu og skriva samgonguskjal.

Á tí súru síðuni í valstríðnum eru heldur stirvnu tematiseraðu valfundirnir hjá Kringvarpinum. Tað bleiv alt og einki samstundis, og vertirnir høvdu trupult við at skapa eitt innihaldsríkt orðaskifti. Ikki tí teir ikki royndu, men tí formurin ikki passaði.

Skal sjónvarp og útvarp út um landið við temafundum, so má tað vera ein væl greiðari ætlan aftanfyri, og formur og innihald mugu hóska betur saman. Annars er betri fyri lurtarar og hyggjarar at hava fundin á tryggari grund í eini útvarpsstovu.

Á tí søtu síðuni telur, at vit fingu eina feska mótreaktión frá feløgum, einstaklingum og áhugabólkum. Eina mótreaktión, sum hevur skapt kanska tættasta valstríð, eg havi upplivað. Bæði í sjálvum valdystinum og í nærleikanum millum veljara og valevni. Hetta er gott í einum livandi fólkaræði og boðar frá góðum framyvir.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo