Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ocean Rainforest: Føroyska fyritøkan Ocean Rainforest alir og framleiðir tara. Høvuðsvirksemið er í Føroyum, har felagið alir tara í Funningsfirði og á Gøtuvík, meðan framleiðslan liggur í Kaldbak. Fyritøkan hevur eisini eina deild í Kalifornia, sum alir tara út fyri Santa Barbara norðanfyri Los Angeles.

Fyritøkan hevur ment eina aliskipan til aling í harðbalnum umhvørvi. Skipanin er roynd í Funningsfirði síðani 2010, í Kalifornia síðani 2020 og nýliga eisini á Gøtuvík. Talan er um nýmenning og ta fyrstu aliskipanina av sínum slag yvirhøvur.

Ocean Rainforest telist millum størstu fyritøkurnar innan taraaling í Europa og USA, og er higartil einasta fyritøka, sum hevur fingið loyvi til at ala tara í amerikanskum sjógvi út fyri kalifornisku strondini.

Kapitalhækkingin gevur Ocean Rainforest umstøður at skunda undir menning og vøkstur í virkseminum bæði í Føroyum og í Kalifornia. Aldi tarin verður í stóran mun brúktur sum ískoyti til fóðurídnaðin og til matvøruframleiðslu.

- Vit eru sera hugtikin av førleikanum hjá Ocean Rainforest at ala tara í harðbalnum umhvørvi. Við hesari íløguni ber til hjá felagum at økja munandi um alingina út móti opnum havi. Íløgan er avgerandi fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin í marknaðinum, og samstundis vísa á, hvussu taraaling kann verða við til at tálma veðurlagsárin, sigur Marc von Keitz, stjóri í Grantham Foundation.

Amerikanska íløgufelagið Grantham Foundation stóð á odda fyri kapitalhækkingini. Millum teir nýggju íleggjarnar eru eisini amerikonsku feløgini Builders Vision og spansk-bretska Ocean Born Foundation. Norðoya Íløgufelag, norska Katapult Ocean, World Wildlife Fund (WWF-US), og australska Twynham Invest taka eisini lut í kapitalhækkingini saman við nøkrum av stovnarunum.

- Tari veksur við nátturligum føðslusøltum í havinum og upptekur samstundis CO2. Hann hevur sera avmarkað umhvørvisárin – men er millum skjótast vaksandi grøðini á klótini. Tí kann aldur tari verða kelda til veðurlagssnilda og dygdargóða matvøru, sigur Paul Dobbins, stjóri fyri Impact Investing hjá World Wildlife Fund – US.

- Men taravinna kann bert mennast sum ein ein snild loysn uppá veðurlagsbroytingar, um vit samstundis menna marknaðir fyri at brúka tara í mati, fóðri og í vørum, sum kunnu koma ístaðin fyri tær, sum verða framleiddar við kolvetni. Ocean Rainforest selur til fóðurmarknaðin, og henda kapitalhækkingin beinir kastljósið á vaksandi møguleikarnar innan hetta økið.

- Vit fegnast um, at bæði partaeigarar og nýggir íleggjarar, ið hava serligan áhuga fyri ætlanum, sum fremja burðardygt virksemi á havinum og tálma veðurlagsárin, hava givið sítt íkast til at fremja kapitalhækkingina, sigur stjórin í Ocean Rainforest, Ólavur Gregersen, sum eisini var við til at stovna felagið.

- Við hesi kapitalhækkingini ber til at vaksa um virksemið í Føroyum og menna alingina og framleiðsluna av stórtara í Kalifornia. Harumframt fara vit eisini at kanna møguleikar fyri at víðka virksemið upp aftur meiri og at skipa samstørv á úrvaldum støðum aðrastaðni í Europa og Norðuramerika.

Um Ocean Rainforest
Visiónin er at ala taraskógir kring um í heiminum. Í Føroyum hevur felagið fingið tillutað vinnulig aliloyvir og vónin er, at tað røkkur til at skipa búskaparliga burðardygga taraaling. Í Kalifornia hevur felagið fingið eitt menningarloyvi (Research and Development) og er í gongd við at søkja um loyvi til varandi aling í búskaparliga burðardyggum vavi. Ocean Rainforest tekur lut í nógvum granskingar- og menningarvirksemi, sum fremur burðardygga aling og framleiðslu, soleiðis at kappingarførir taraúrdráttir kunnu framleiðast til marknaðin.

Hvussu ger Ocean Rainforest mun
Millum størstu hóttaninar, sum heimurin hevur at dragast við, er ov lítil framleiðsla av burðardyggum og heilsugóðum mati og fóðri. Samstundis tørvar heiminum eisini skjótar, effektivar og búskaparliga burðardyggar loysnir, sum kunnu tálma veðurlagsbroytingar.

Ocean Rainforest gevur sítt íkast til at loysa báðar hesar avbjóðingarnar við burðardyggari aling í stórum mongdum. Tari telist millum skjótast vaksandi plantur í heiminum. Taranum nýtist bert sólorku (dagsljós), koltvíiltu (CO2), nátúrlig føðsluevni úr havinum og hóskandi øki at vaksa á.

Verður alingin skipað í hóskandi búskaparliga burðardyggar eindir á opnum firðum og havi, bindur alingin munandi mongdir av CO2. Alingin minkar um dálkingina í havinum, tálmar veðurlagsbroytingum við upptøku av kolevnum og fremur eisini batar í vistskipanini í havinum.

Ocean Rainforest mennir kappingarførar vørur til marknaðir fyri fóður og matvøru, eins og íblandingarevni til heilivág, vakurleikarøkt, lívevnafrøðiligt tilfar og drykkivørur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo