

Tøl frá bretsku myndugleikunum vísa, at í 2022 komu 45.000 migrantar úr Fraklandi.
Tey seinastu komu jóladag, tá tilsamans 90 komu í tveimum bátum.
Hetta er heldur minni enn væntað, tí bretskir myndugleikar hava áður sagt, at einir 60.000 fóru at koma í 2022.
Bretar ætla í næstum at fara undir at senda migrantar, sum koma ólógliga til landið, víðari til Ruanda.
Rishi Sunak forsætisráðharri hevur sagt, at ongin ivi skal vera um, at fólk sum koma ólógliga til landið sleppa ikki at verða verandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo