Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað hoyrir til tær heilt sjáldsomu hendingarnar, at fólk sita í fólkavaldum starvi í hálva øld. Heðin Mortensen varð valdur inn í Tórshavnar býráð 8. desember 1972. Tað merkir, at í gjár, 1. januar 2023, hevði Heðin Mortensen sitið sum býráðslimur í 50 ár. Hetta er føroyskt met. Hann var borgarstjóri 2005 - 2016 og aftur frá 2021. Tað er eisini met.

Situr Heðin Mortensen hetta skeiðið út, so hevur hann, tá næsta skeiðið byrjar um tvey ár, tann 1. januar 2025, sitið í Tórshavnar býráð í tilsamans 52 ár. Harvið kann Heðin Mortensen eisini taka metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.

Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Hann byrjaði skúlagongdina í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann í annan flokk á Vaglinum, í sama húsi, har hann nú situr sum borgarstjóri. Flutt varð seinni niðan í gula skúla og í Kommunuskúlan í 1956.

Heðin var sum ungur sera virkin, hevði nógv arbeiði og luttók í ítrótti og felagslívi. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá. Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men Heðin valdi ikki sjólívið.

Heðin giftist sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kondittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórshøll. Eftir at hann giftist Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu 4 børn, sum hava givið teimum nógv ommu- og abbabørn. Langomma og langabbi eru tey eisini vorðin.

Heðin er útbúgvin sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann er mekanikari og Ford-maður burturav, umframt serkønur Alpha Diesel-mekanikari. Hann bleiv eisini útbúgvin bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30, mesta av tíðini innan marknaðarføring.

Heðin Mortensen hevur nú sitið í býráðnum í Havn í 50 ár, hann hevur sitið mong ár á løgtingi, í landsstýrinum frá 2018 til 2020 sum landstýrismaður í samferðslumálum, og aftaná sum næstformaður í løgtinginum. Hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 7 ár og Havnar Róðrarfelag í 7 ár, Tórshavnar Ítróttarráð í 3 ár og hann hevur verið forseti ÍSF's í 28 ár.

Heðin hevur sitið sum formaður í Kommunufelag Føroyar og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hevur sitið sum limur í SEV-stýrinum og í stýrinum fyri Føroyar Handilsskúla og Tekniska Skúla. Hann varð valdur aftur í løgtingið í 2015 og til kommunuvalið í 2016 setti hann atkvøðumet við fleiri enn 2500 persónligum atkvøðum. Hóast hann sat í andstøðu í fýra ár, endurtók hann bragdið við um 2300 atkvøðum til seinasta val, sum vann honum borgarstjórasessin aftur.

Heðin gjørdist Riddari av Dannebrog í 1991, fekk íslendska ISI heiðurskrossin í 1996, ÍSF-heiðurskrossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Og um somu tíð varð hann valdur ársins leiðari í Føroyum.

Í sambandi við 50 ára dagin verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023.

Eisini er kunngjørt, at tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri eini almennari fagnarkonsert fyri borgarstjóranum í Hátuni.

Meira verður at frætta um hesi tiltøk seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo