Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað eru júst 50 ár síðani at danski sakførarin Mogens Glistrup segði í sjónvarpssending, at tað var beinleiðis ómoralskt og forkastiligt at gjalda skatt.

- Bara ein króna goldin í skatti er ein króna sum fer beint til "fædrelandets fordærv", sum Mogens Glistrup segði.

Orðini fullu í sjónvarpssendingini Focus 30. januar 1971. Avtalað var, at samrøðan skuldi snúgva seg um, hvussu ein kann stovna eitt partafelag. Men knappliga skifti hon kós og fór at snúgva seg um nakað heilt annað.

Mogens Glistrup var góður vinmaður við ríkmannin Simon Spies, sum hann hitti tá teir báðir búðu á Garði (Regensen).

Hann stovnaði Framburðsflokkin (Fremskridtspartiet) og fekk 28 sessir á valinum 4. desember 1973. Tá hevði hann áður roynt at sleppa upp í Konservativa flokkin, men slapp ikki fyri Poul Schluter, sum var formaður har.

Mogens Glistrup var seinni dømdur í trý ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri groft skattasvik. Varð ekskluderaður úr flokkinum og fekk eisini fleiri dómar fyri rasistiskar útsagnir, serliga um muslimar.

Framburðurflokkurin syndraðist meir ella minni í oktober 1995, tá Pia Kjærsgaard og fleiri fóru úr flokkinum og stovnaðu Danska Fólkaflokkin.

Her sært tú samrøðuna við Mogens Glistrup frá 1971

Tú kanst síggja Mogens Glistrup í samrøðu um muslimskar tilflytarar her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo