Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

VP hevur biðið um innlit í eftirlønir hjá løgtingslimum og tingformonnum/kvinnum, og nú hevur Løgtingsskrivstovan svarað viðvíkjandi løgtingslimum og løgtingsformonnum/kvinnum.

Her eru spurningar (skráskrift) og svar frá Løgtingsskrivstovuni:

Fyrrverandi løgtingslimir:

Hvussu nógvir fyrrverandi løgtingslimir fáa pensjón?

- Tað vóru 40 fyrrverandi løgtingsfólk, sum fingu eftirløn frá Løgtinginum í apríl 2023. Hendan verður antin goldin fyrrverandi løgtingsmanni ella eftirlivandi hjúnafelaga, sum hevur rætt til 74% av eftirlønini hjá tingmanninum.

Um eftirlivandi hjúnafelagar verða tiknir við, er samlaða talið 50 persónar í apríl.

Hvat er hægsta og lægsta gjald hesi fáa um mánaðin?

- Hægsta útgjaldið til fyrrverandi løgtingsfólk hendan mánaðin var 25.846,76 kr. og lægsta útgjaldið 1.929,44 kr.

Hvussu nógv er hetta tilsamans um mánaðin?

- Samlaða útgjaldið í apríl var 739.837,34 kr.

Fyrrverandi løgtingsformenn:

Hvussu nógvir tingformenn/løgtingsformenn fáa pensjón?

-  Tað eru 3 fyrrverandi løgtingsformenn, sum fingu eftirløn frá Løgtinginum í apríl mánaði.

Les eisini:

46 tingfólk fáa útgoldið eftirløn frá Løgtinginum

Fýra fólk til at fíggja ein pensjónist

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo