Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Landsstýrið ætlar nú at veita fíggjarliga sperdum húskjum eitt eyka orkuískoyti á 5.000 krónur. Tað er sjálvandi kærkomið. Men latið okkum ikki látast, sum um hetta loysir tann grundleggjandi trupulleikan.

Hvør kann liva fyri 16.000 krónur um mánaðin í Føroyum í dag?

Við einari húsaleigu á 8.500 krónum (fyri eina húsaleigu hjá Bústøðum á bygd) og útreiðslum til el og hita, sum lætt kunnu vera 3.000 krónur um mánaðin, eru bert 4.500 krónur eftir til mat, heilivág, tryggingar, telefon, flutning og alt annað, sum hoyrir einum vanligum lívi til.

Og so kemur ognarmarkið!

Skal ein fyritíðarpensjónistur revsast fyri at hava spart nakrar krónur saman til eina óvæntaða rokning, ein leka í tekjuni ella eina neyðuga bilumvæling?

Síðani nær er tað vorðið skeivt at taka fíggjarliga ábyrgd?

Vit skulu ikki hava eina skipan, sum eggjar fólki til at tøma sína uppsparing fyri at fáa hjálp. Vit skulu hava eina skipan, sum tryggjar, at fólk kunnu varðveita eitt sindur av fíggjarligum tryggleika.

Og so hoyra vit aftur og aftur, at varandi loysnir taka tíð.

Ja, men nær byrjar arbeiðið? Hvar er ætlanin? Hvar eru tíðarfreistirnar?

At siga, at broytingar taka tíð, kann ikki framhaldandi brúkast sum umbering, tá eingin ítøkilig og tíðarsett ætlan er løgd fram fyri, hvussu fyritíðarpensjónistar skulu fáa betri kor.

Rokningarnar bíða ikki. Matvøruprísirnir bíða ikki. Og fyritíðarpensjónistar kunnu ikki arbeiða seg burtur úr trupulleikanum, tá arbeiðsførleikin er varandi skerdur.

5.000 krónur kunnu bjarga jólunum hjá summum. Men hvør skal bjarga januar, februar og øllum hinum mánaðunum?

Tað er upp á tíðina, at politikarar gevast við at viðgera fátækradømi sum ein fyribils trupulleika, ið kann loysast við einum hjálparpakka undan jólum.

Vit krevja ikki olmussu. Vit krevja eina pensjón, sum ber til at liva av.

Vit skulu liva – ikki bara yvirliva!

Maria Jacobsen 
Heidi E. Hammer

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #