Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

SEV: Elframleiðslan er økt við góðum 4 prosentum í tíðarskeiðnum 1. januar – 30. september í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Samlaða burðardygga elframleiðslan er økt sløk 16 prosentstig.

Oljuverkini stóðu fyri 47%, vindorka 31%, vatnorka 20%, meðan biogass, sólorka og sjóvarfalsorka tilsamans vóru 2% av samlaðu elframleiðsluni.

Góða summarið hevði við sær, at lítið av vatnorku og vindorku var tøkt á netinum mitt á sumri. Men heystveðrið, sum byrjaði í september hevði hinvegin við sær, at elframleiðslan úr burðardyggum orkukeldum var góð 74% í september, harav vindorkan stóð fyri 41%.  

Størsta broytingin er nøgdin av sólorkutímum, sum eru komnir inn á netið. Samlaða framleiðslan inn á netið fyri sólorku var 627.813 kWt fyri tíðarskeiðið januar og til við september 2026. Hetta svarar til 130 tons av olju, sum aftur er svarandi til ein dags oljunýtslu á Sundsverkinum, ella streymnýtsluna hjá 100 vanligum húsarhaldum.

Í løtuni eru uml. 134 smærri og størri sólorkuverk uppsett kring landið.

Millum 1. januar til og við 30. septembur var elframleiðslan í meginøkinum 100% grøn í smá 9 samdøgur, og  80% grøn í 56 samdøgur.

Í Suðuroy var elframleiðslan 100% grøn í 100 samdøgur, og 80% grøn í 111 samdøgur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #