Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Kresten Schultz Jørgensen kemur til Føroya at geva síni allarbestu ráð um, hvussu tú heldur eina framløgu, sum fólk tíma at lurta eftir. Kresten undirvísir á ein livandi hátt, so tú fert ikki at keða teg.

Kresten Schultz Jørgensen er  fyrrv. blaðstjóri á Politiken, Dagen og Aktuelt, og samskiftisstjóri á Coco-Cola og Kongaliga teatrinum. Hann er ein av bestu samskiftisserfrøðingunum í Danmark.

At halda eina framløgu, sum fólk tíma at lurta eftir, kann vera ein stór avbjóðing.

Vit eru von at verða undirhildin, bergtikin, rørd og hugfangað.

Ein powerPoint framløga við 1000 punktum, nógvum teksti og nøkrum myndum er ikki nokk.

Tú skalt eisini duga at breiða tín boðskap. 

Tú skalt megna at fanga uppmerksemið hjá áhoyrarunum beinanvegin.

Tú skalt kveikja og ríka - ofta beinleiðis sannføra. 

Hetta er ikki lætt. So langt ífrá. 

Kom á skeið 1,5 dag og lær at gera eina framúr framløgu.

Nær er skeiðið?

8. november: kl. 9.00-15.30

9. november: kl. 9.00-12.00

Tekning á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo