Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-023/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023

Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti?

2. Hvussu nógv av hesum eru húski við einum vaksnum og hvussu nógv húski hava fleiri vaksin?

3. Hvussu nógv húski hava fingið oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti?

4. Hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoytið er hækkað í løtuni?

Svar:
1. Hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti?

Tað eru 668 húski, ið higartil hava móttikið hjálparískoyti, sambært løgtingslóg um familjuískoyti. Harumframt eru umleið 10 umsóknir, sum ikki eru liðugt viðgjørdar.

2. Hvussu nógv av hesum eru húski við einum vaksnum og hvussu nógv húski hava fleiri
vaksin?

Fyri at svara spurninginum er neyðugt at fáa uttanhýsis kt-veitaran hjá Almannaverkinum at gera nakrar broytingar ella at kanna málini manuelt. Hetta hevur ikki eydnast áðrenn freistina.

3. Hvussu nógv húski hava fingið oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti?

Tað eru 415 húski, ið hava móttikið oljuískoyti, sambært løgtingslóg um familjuískoyti.

4. Hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoytið er hækkað í løtuni?

Í mun til oljuískoyti og hjálparískoyti, so er rætturin til familjuískoyti ikki knýttur at húskishugtakinum. Ein stakur uppihaldari, sum t.d. býr hjá egnum foreldrum, ella ein stakur uppihaldari, sum eisini hevur vaksin heimabúgvandi børn, er í sambandi við rættin til familjuískoyti at rokna sum stakur. Hinvegin hevur parlagsstøða týdning fyri, hvussu familjuískoytið verður roknað.

Broytingin í løgtingslógini um familjuískoyti hevur við sær, at veitingin hjá øllum móttakarum hækkar, og harvið fáa øll, sum eru í skipanini ágóðan av hækkingini.

Talið av móttakarum broytist eitt sindur frá mánað til mánað. Síðani broytingin kom í gildi hava 316 familjur móttikið familjuískoyti og hava harvið fingið ágóða av hækkingini. Av teimum 316 eru 268 støk og 48 samlivandi pør.

Tórshavn, 20. september 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo