Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á spurning nummar 52-068/2023, skrivligur spurningur eftir § 52a frá Kim Durhuus til Ruth Vang viðvíkjandi afturbering av MVG á leigubilum og afturbering av virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum

Sprningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir nýggir leigubilar vórðu skrásettir í Føroyum í 2021, 2022 og 2023?

2. Hvussu nógv hevur landskassin goldið í MVG-afturbering fyri hesar bilar í 2021, 2022 og 2023?

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um MVG-afturbering á leigubilum?

4. Hvussu nógvir bilar eru útfluttir úr Føroyum í 2021, 2022 og 2023?

5. Hvussu nógv hevur landskassin goldið aftur í virðisgjaldi fyri hesar útfluttu bilar í 2021, 2022 og 2023?

6. Hvussu nógvir av hesum bilum vóru yngri enn 1 ár í 2021, 2022 og 2023?

7. Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um afturbering av virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum?

Svar
Spurningur nr. 1

Sambært hagtølum frá Akstovuni pr. 15. januar 2024 er talið av akførum skrásett sum útleigan
hesi:
2021: 530
2022: 721
2023: 702

Spurningur nr. 2
Fyrstu ferð ein leigubilur verður skrásettur, so verður mvg´ið endurrindað eins og talan er um
aðrar bilar, sum eru keyptir í vinnuligum høpi. TAKS hevur ikki hagtøl upp á hesa endurrindanina, tí talan er ikki um nakra serstaka uppgerð.

Tá leigubilar eftirfylgjandi verða seldir, fær felagið, sbrt. § 10, stk. 2 í mvg-lógini ein frádrátt á í mesta lagi 60.000 kr., ið feløgini sjálvstøðugt draga frá í útgangandi avgjaldinum á teirra mvg uppgerð.

TAKS fær ikki innlit í útrokningini av mvg-uppgerðunum hjá feløgunum uttan so, at roknskapartilfarið hjá feløgunum verður kallað inn. Tískil kann ikki staðfestast neyvt, hvussu nógv feløgini hava drigið frá fyri leiguakfør í útgangandi avgjaldinum á teirra mvg-uppgerðum.

Kortini ber til at staðfesta, at frádrátturin fyri seld leiguakfør í útgangandi avgjaldinum fyri

2021-2023 í mesta lagi hevur verið:
2021: 400 x 60.000 kr. = 24.000.000 kr.
2022: 357 x 60.000 kr. = 21.420.000 kr.
2023: 86 x 60.000 kr. = 5.160.000 kr.

Spurningur nr. 3
Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða undantøkini í mvg-lógina eins og onnur almenn avgjøld. Enn er støða ikki tikin til, hvørt reglurnar viðvíkjandi afturbering av mvg og virðirgjaldi av leigubilum verða partur av endurskoðanini.

Spurningur nr. 4
Niðanfyri er víst samlað yvirlit yvir útfluttar bilar í tíðarskeiðnum 2021-2023. Skilt verður millum bilar, útfluttir sum vrak og aðrar bilar.

##med2##

Spurningur nr. 5
Niðanfyri er víst yvirlit hvussu nógv er endurrindað í virðisgjaldi av útfluttum akførum í tíðarskeiðnum 2021-2023.

##med3##

Spruningur 6
Niðanfyri er víst yvirlit yvir hvussu nógvir bilar eru útfluttir frá 2021 til 2023 býtt eftir vrak og aðrar bilar, og um bilarnir eru útfluttir innanfyri 1 ár ella aftaná 1 ár.

##med4##

Spurningur 7
Samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða undantøkini í mvg-lógina eins og onnur almenn avgjøld. Enn er støða ikki tikin til, hvørt reglurnar viðvíkjandi afturbering av mvg og virðirgjaldi av leigubilum verða partur av endurskoðanini.

Tinganes, tann 17. januar 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo