Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum

Spurningar:
1. Nær kann væntast, at heimið í Suðuroynni letur upp?
2. Hvussu nógv búpláss verða á heiminum?
3. Hvørjir borgarar fáa búpláss?
4. Hvussu nógv umlættingarpláss verða á heiminum?
5. Er ætlanin at hava annað virksemi á heiminum?

Tørvurin fyri varandi bústøðum til borgarar við avbjóðingum í Suðuroynni hevur verið eyðsýndur í nógv ár, men ikki raðfestur. Av tí sama eru borgarar dotnir niður ímillum skipanir, og aðrir hava búð á Suðuroyar sjúkrahúsi í mánaðir, tí einki tilboð hevur verið til teirra.

Onkur hevur verið noyddur at flyta av oynni til aðra oyggj, har viðkomandi hvørki hevur familju ella privat netverk.

Undanfarni landsstýrismaður í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, raðfesti eitt nýtt heim í Suðuroynni á fíggjarlógini fyri 2023, og valdi núverandi samgonga sjálvandi at varðveita og arbeiða víðari við hesari týdningarmiklu raðfesting á fíggjarlógini fyri 2023, har 7,5 mill. kr. eru settar av til heimið.

Upprunaliga var ætlanin ein stovnur, sum skuldi hýsa 10 borgarum við seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at møguleiki skuldi verða fyri umlætting.

Nú er árið 2023 skjótt hálvrunnið og fólk, borgarar og avvarðandi, í Suðuroynni byrja at ótolnast eftir at frætta nýtt frá hesi verkætlan, sum átrokandi tørvur er á. Tí seti eg hesar spurningar.

Á Løgtingi, 11. mai 2023
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo