Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eftir mínum tykki eru hetta so gott sum ringast brúktu pengarnir hjá landinum yvirhøvur.

Bara frá januar til november í ár hava almennu Føroyar brúkt meira enn 8 milliónir krónur upp á sjúkrasengur til fólk, sum eru liðugt viðgjørd í sjúkrahúsverkinum. 

Við øðrum orðum, so eru pláss á sjúkrahúsunum upptikin av fólkum, sum áttu at verið farin út. Tað hevur bæði ein óneyðugan kostnað við sær hjá sjúkrahúsverkinum og hevur samstundis við sær, at fólk ikki sleppa framat viðgerð.

Aðrastaðni fáa avvarðandi partar - í Føroyum hevði tað í stóran mun verið Almannaverkið og eldrasamstørvini - eina rokning frá sjúkrahúsverkinum, tá tey ikki taka ímóti teimum fólkunum, sum tey hava ábyrgdina av.

Vit skuldu avgjørt hugt eftir einum slíkum møguleika í Føroyum, og tíbetur leggur landsstýriskvinnan eisini upp til, at hetta verður partur av einari komandi politiskari viðgerð.

Eirikur í Jákupsstovu
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo