40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umhvørvisstovan: Fyrstu jarðhitaskipaninar í Føroyum komu sum úrslit av royndarverkætlan á Jarðfeingi í 2008.

Tveir stórir bygningar, annar við seks jarðhitaholum, hin við trimum holum og trý sethús við hvør sínum jarðhitaholi fingu jarðhitaskipanir á heysti 2008. Hesar jarðhitaskipanirnar hava sostatt nú verið virknar í næstan fjúrtan ár.

Í 2012 komu lóg og kunngerð um elriknar hitapumpuskipanir. Her verður nágreinað, hvussu farast skal fram, tá jarðhitaskipanir skulu setast upp og haldast við líka.

Millum annað krevst góðkenning fyri at kunna bora jarðhitahol og fyri at kunna seta jarðhitaskipanir upp.

Eitt yvirlit yvir góðkendar brunnborarar og hita­pumpu­installatørar sæst á us.fo.

Kommunurnar geva loyvi til jarðhitaskipanir eftir viðmæli frá Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan hevur skyldu at skráseta øll borihol til jarðhita í skipan, sum er alment atkomulig.

Sí kortal.fo og vel Grøn orka, Jarðhitaboringar.

Higartil eru íalt 859 jarðhitaskipanir settar upp í Føroyum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo