Fríggjadagin 8. des. eru 90 ár farin, síðani Fransiskanarasystrarnar í Føroyum byrjaðu Sankta Frans skúla í Varðagøtu í Havn.
Undangongukvinnurnar byrjaðu barnagarð og skúla í Bringsnagøtu í 1931.
Men barnatalið vaks støðugt, og trongligt var í kommunalu skúlanum, so teirra íløga bøtti væl um.
H.C.W. Tórgarð arkitektur í Havn teknaði skúla og kirkju, sum standa sum varðar yvir hesi farnu 90 ár.
Vakri, reyði skúlabygningurin er ein eyðkend býarmynd í høvuðsstaðnum.
Fransiskanarasystrarnar, ið høvdu ymiskan tjóðskap, funnu rætta stevið í felagsarbeiðnum, børnunum í býnum at frama.
Virkisfýsni teirra fevndi um fólkaskúla, vøggustovu, barnagarð, forskúla, húsarhaldsskúla, kvøldskúla o.a.
Skúlin bjóðar øllum at vera vælkomin inn á gólvið í Sankta Frans skúla at halda henda merkisdag fríggjadagin 8. des. 2023 kl 9 – 13.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo