40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í gjár og í dag hevur løgreglan gjørt paragraf-13 kanningar á Glyvrum og í Klaksvík.

90 bilførarar fáa eina heilsan frá løgregluni.

Á Glyvrum vórðu 150 bilar kannaðir, og 35 av teimum fáa bót. Til dømis høvdu 14 bilførarar einki koyrikort, 4 sótu ikki í trygdarseðlum, 4 bilar høvdu okkurt galið við ljósunum og 9 bilar høvdu ov slitin dekk, 2 persónar tosaði í telefon og 5 bilar høvdu ikki ruddað kavan vekk av bilinum.

Í Klaksvík vórðu 80 bilar kannaðir, harav 24 fáa bót. Í Klaksvík sótu 9 bilførarar ikki í trygdarseðlum, 6 høvdu einki koyrikort, 4 bilar høvdu ljósfeil og tveir bilførsarar tosaðu í telefon.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo