Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Knappar 950 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í juni. Tað eru slakar 80 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er góð 9%.

Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hevur  ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Ferð komin á vøksturin bæði hjá monnun og kvinnum
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.

Tá koronufarsóttin rakti í 2020 kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnunum.

Í juni áttu menninir  576 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 48 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 371 milliónir, sum eru 32 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Fá meira at vita

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo