Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Við at seta greið mál fyri svimjiundirvísingina hevur tað eydnast lærarunum at læra mestsum allar næmingarnar at svimja. Í Sørvági gingu 175 næmingar skúlaárið 2016-2017; 97 prosent teirra duga at svimja. Málið hjá svimjilærarunum er, at næmingarnir skulu duga at svimja longu á jólum fyrsta skúlaárið; hetta hepnast í allar flestu førum, sigur Jens Mortan Rasmussen, ið er ein av svimjilærarunum.

- At duga at svimja vil siga, at tú dugir at bjarga tær sjálvum í land, tá tú er 5 m frá kanti. Okkara mál er eisini, at tú dugir at halda tær uppi. Orsøkin til, at tað gongur so væl at læra næmingarnar at svimja, er tí, at allir lærararnir hava greið mál fyri svimjingina; tað avgerandi er, at tú setir mál longu í fyrsta flokki, til dømis at allir næmingarnir fyri jól fyrsta skúlaárið eru fortróligir at vera í vatninum, sigur Jens Mortan Rasmussen.

Jens Mortan Rasmussen hevur verið lærari í Sørvágs skúla í tvey ár; hann er fyrrverandi kappsvimjari; umframt hevur hann vant nógv svimjilið, og nú er hann eisini landsliðsvenjari í ÍSB í einari grein. Umframt hann eru 6 aðrir dugnaligir svimjilærarar í Sørvágs skúla.

- Í skúlanum raðfesta vit at læra næmingarnar at svimja so skjótt til ber. Í fyrsta flokki velja vit onkuntíð at hava tveir tímar í svimjing um vikuna; tá taka vit ein ítróttatíma til svimjingina, men fast svimja børnini ein tíma um vikuna. Tað gevur beinanvegin úrslit at raðfesta svimjingina í fyrsta flokki, tí longu tá ið vit eru komin til heystfrítíðina, duga meiri ella minni øll at svimja.

At seta mál fyri flokkin og hvønn einstakan næming hevur týdning, sigur Jens Mortan Rasmussen.

- Í svimjing er tað lætt at síggja, hvussu langt næmingurin er komin; loypur tú eitt stig um, so steðgar hann upp. Vit taka stig fyri stig; andadráttur er tað týdningarmesta, tað vil siga at læra, nær tú andar inn, og nær tú andar út, síðan koma vit til kropsspenni og at enda ymsu svimjigreinirnar.

Lesið alla samrøðuna í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo