Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Síðani russisku innrásina í Ukraina fyri einum góðum ári síðani eru russarar floymdir til støð sum Bali, tí har er lætt at sleppa at vera. Teir vilja ikki vera í Russlandi, tí so er vandi fyri, at teir verða innkallaðir til kríggið.

Talið á russarum á Bali er so nógv vaksið seinasta árið, at teir nú eru næststørsti tjóðskapur sum ferðast til oynna, eftir als ikki at vera á listanum yvir topp fimm áðrenn kríggið.

Og tað eru tey sum búgva á Bali nú troytt av, tí nógvir teirra duga ikki fólkaskikk, skrivar almenna australska kringvarpið, ABC.

Tey ganga full, nakin, skriva á húsaveggirnar, arbeiða illegalt og vísa vanvirðing fyri støðum sum hava serligan andaligan týdning fyri lokalu fólkini, verður sagt.

Á myndini er ein russiskur sonevndur influensari, Luiza Kosykh, avmyndað hálvnakin á einum 700 ára gomlum træi, sum fyri íbúgvarnar á Bali er heilagt. Hon skal nú vísast av oynni fyri ólátaðan atburð, og er russari nummar 59 sum fær durafjórðingin av somu orsøk higartil í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo