BREDDIN í KVF: Skulu vit hava fría fosturtøku í Føroyum?
Í dag er altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi seta vit sjóneykuna á fosturtøkulóggávuna frá 1956.
Undan løgtingsvalinum tóktiskt undirtøka vera fyri, at lógin skal dagførast, men enn er eingin tøkilig ætlan um hetta.
Vit hitta m.a. aðalskrivaran í Amnesty International Føroyar, Turið Mariu Johansdóttir, og Dianu Reynstind, serlækna í kvinnusjúkum.
Eisini verður politiskt kjak seinast í sendingini. Tey, sum fara at skifta orð um málið, eru Sólvit Nolsø í Framsókn, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo