Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavnar kommuna: Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál. Hetta verður staðfest í úrslitinum í sokallaðu GDS-skrásetingini fyri 2022.

Í 2019 gjørdust Tórshavnar Kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands limir í Global Destination Sustainability Index, sum er ein skipan, ið metir um burðardyggleika hjá ferðamálum. Skipanin verður kallað GDS-skrásetingin.

Endamálið var at menna eina grønari leið fyri ferðavinnuna í Havnini og í Føroyum sum heild. Úrslitini á GDS-skrásetingini seinastu trý árini vísa, at miðvísa arbeiðið við burðardyggari menning innan ferðavinnu, hevur givið góð úrslit.

Nevnast kann, at fyrsta árið vóru Føroyar á einum eysturevropeiskum støði, næsta árið á vestevropeiskum støði, og í 2022 eru Føroyar komnar á norðurlendskt støði, sum annars var eitt høgt mál, sum varð sett til 2025.

- Eg eri errin av, at okkara býur hevur megnað at klatra upp eftir GDS-skrásetingini, soleiðis at vit nú eru á støði við norðurlendskar býir. Tað er hugaligt at síggja, at ferðavinnan tekur undir við burðardyggu menningini, sum er okkum øllum at gagni, sigur forkvinnan í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu, Kristianna Winther Poulsen.

Borgarin við í tiltøkunum
Býirnir skulu svara áleið 70 spurningum, sum snúgva seg um alt frá dygdini á luftini, ætlanir og politikkir innan burðardygd og grønar góðskuskipanir.

GDS hevur í metingini eisini víst á, at ein av styrkjunum hjá føroyingum er, at í ymiskum tilgongdum hava breiðan hóp av borgarum við, har ymiskar meiningar verða hoyrdar innan týdningarmikil mál.

Eisini verður víst á Closed for Maintainance-átakið sum eitt “best practice” fyri endurskapandi ferðavinnu. Harumframt hava vinnuferðavinnutiltøk møguleika at søkja um stuðul frá kommununi. Ein av treytunum fyri hesum stuðuli er, at tiltakið skal geva býnum og borgarunum okkurt aftur.

Besta dømið um hetta er ráðstevnan “Football is Medicine”, ið varð heiðrað á altjóða vinnuferðavinnuráðstevnu í Krakow í 2022. Tey vunnu heiðurin “Incredible Impact Award” fyri teirra framúr úrslit av ráðstevnuni, har tey hava prógvað, at fótbóltur er heilsufremjandi.

Hægri mál í 2030
- Vit í Visit Faroe Islands arbeiða miðvíst fram móti at verða millum heimsins mest burðardyggu ferðamál. Okkara burðardyggi politikkur hevur sum mál, at 80% av okkara gistingarhúskømurum hava eina burðardygga góðkenning í 2030, og at 80% av føroyingum hava ein jaligan hugburð til ferðavinnu, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Hóast góða úrslitið frá í ár er hugvekjandi, er neyðugt, at arbeiðið heldur fram, og at nýggj mál áhaldandi verða sett. Í løtuni verður millum annað arbeitt við at seta fleiri tiltøk í verk innan burðardygd í ferðavinnuni, og at fáa góðkenningar til gistingarhús, matstovur og flogvøllin.

GDS-skrásetingin er eitt hent arbeiðsamboð, ið setir strong krøv. Miðalstøðið í londunum kring okkum hækkar hvørt ár. Hetta setir krøv til, at ferðavinnan í Føroyum, Tórshavnar kommuna og Føroyar sum heild halda fram at arbeiða miðvíst við burðardygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo