Skúlablaðið: Fundurin var í Reykjavík. Íslendskur ráðharri setti fundin saman við aðalskrivaranum í Norðurlendska ráðharraráðnum og forfólkinum í NLS. Síðan løgdu øll limalondini í NLS fram tað, ið sum í høvuðsheitum eyðkennir tað, feløgini arbeiða mest við í hesum døgum. Eftir tað var kjak og at enda samanumtøka.
Høvuðsevnið á fundinum í ár var “Hvussu kunnu vit økja um tilvitið um haldføri í útbúgvingum”. Hetta evnið vísir aftur til ráðstevnuna í fjør heyst um lærarans leiklut í samfelagnum í framtíðini.
NLS stendur fyri Nordiska lärarorganisationers Samråd. Endamálið við NLS er eitt nú at menna útbúgvingarverkið í Norðurlondum ígjøgnum samstarv og samrøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo