Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Opið hús var á Argjum í dag, nú AB fyllir 50 ár. Borgarstjórin fegnaðist um, at felagið alla hesa tíð hevur ment seg til ein sunnan og sterkan felagsskap, ið gongur undan at samansjóða argjafólk og tey, ið annars búleikast vestanfyri Sandá.

- At seta á stovn eitt ítróttarfelag er vanliga er nakað, ið byrjar í smáum og tekur mong ár at byggja upp. Her á Argjum eru tit væl fyri við ítrótti, tí tit hava havt Argja Bóltfelag síðani 1973, Argja Róðrarfelag síðani 1982 og so Ítróttarfelagið Argir síðani 2011.

- AB byrjaði í síni tíð í skúlagarðinum niðri í gamla Argja skúla. Tað fyrsta, ið rann mær til hugs var, at fremsta uppgávan hjá okkara ítróttarfeløgum er at leggja gott í beinini á børnunum og teimum ungu, gentum eins væl og dreingjum.

- Vit hava ferð eftir ferð staðfest, at sjálvbodna arbeiðið í hesum feløgum ongantíð kann undirmetast, tí samfelagsliga ber ikki til at gera upp í krónum og oyrum, hvussu stórur hesin dýrgripur er.

- Ítrótturin alir fram disiplin og góðan hugburð, umframt at kropsrørsla og íðkan fremur tey góðu evni, okkara yngstu hava fingið ella strítt seg til – og uppaftur betri, um tað er bæði.

- Og tá tað kemur til AB, so er AB júst eitt av hesum feløgum, vit í Tórshavnar kommunu eru bæði errin av og fegin um. AB telist millum tey stóru.

- Nú rundar AB fyrstu hálvu øldina. Felagið hevur alla hesa tíð ment seg til ein sunnan og sterkan felagsskap, ið gongur undan at samansjóða argjafólk og tey, ið annars búleikast vestanfyri Sandá.

- Íðandi lív er inni í Vika frá morgni til myrkurs, og sum kommuna kunnu vit bara fegnast um, at fótbóltsfólkini á Argjum gera sítt besta fyri at fylla karmarnar, so tað veruliga sæst aftur.

- Tí fegnast Tórshavnar kommuna um at vera ein viðspælari hjá AB. Ídnar eldsálir hava gingið undan og slóðað fyri, so AB nú er eitt felag, ið roknast kann við.

- Og nú heldur onkur beinanvegin, at støðan í løtuni onki er at reypa av. Men takið tað nú róligt – tað er langt til 28. oktober og tað eru sanniliga ikki allar súður syftar enn.

- Tað gekk heldur ikki so væl eina tíð í fjør, men tit komu sterkt aftur. Mótgangur er ikki varðandi – og tit brúka helst fimtiáradagin til at lata aðrar bollar útí súpanina og koma sterkt aftur.

- Tórshavnar kommuna hevur ábyrgd av teimum ítróttaranleggum, sum eru í kommununi, og soleiðis eisini av vøllinum her á Argjum, eins og nógvum av teimum umstøðum, ið eru kring vøllin.

- Og vit royna miðvíst at halda allar graslíkisvøllirnar í kommununi við líka – eins og at betra karmarnar sum heild. Tað týdningarmesta er tó, at karmarnir verða fyltir og at tað hendir nakað, sum kann forsvara tær íløgur, ið verða gjørdar.

- Har kom eg at hugsa um, at í høvuðsstaðnum hevur tað nógva snúð seg um HB og B36, sum eru tey bæði stóru feløgini. Men meðan onnur feløg eru komin og farin, endurstovnað og løgd saman, so hevur AB kveistrað nosini til viks og arbeitt seg stútt og støðugt uppeftir, so vit í dag kunnu tosa um trý stór feløg.

- So leingi bygt verður upp frá børnum og ungum, beri eg heldur ongan ótta fyri, at tað skal síggja øðrvísi út komandi árini, og tí vil eg fegin takka argjafólki fyri tykkara stóra íkast í trivnaðin í Tórshavnar kommunu.

Síðan ynskti borgarstjórin allarbestu eydnu frameftir og bað øll rópa eitt leingi livi og trífalt hurrá fyri AB. Og tað gjørdu tey, so tað rungaði eftir í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo